Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 54
60
Føroysk og japansk fuglastong
Hetlandi kom hann til tað úrslit, at hesi amboð vóru ókend.
har.
Thaarup (1813, bls. 119—121) greiðir frá, at teir í
Norðurnoregi veiddu fugl á ein hátt, ið er meinlíkur tí
føroyska. Heimildarmaður hansara er Pontoppidan (1753),
men skilliga sæst, at frágreiðing Pontoppidans (1753, bls.
98—104) er orðaraðið tikin frá Lucas Debes’ar frágreiðing
um føroysk viðurskifti (útg. 1673, bls. 140—148). Einki
man tí vera at ivast í, at misskiljing er íkomin viðvíkjandi
fuglastongini. Tað tykist einki at vera, ið ber at tí borði,
at norðmenn hava nýtt fuglastong, myndin hjá Pontoppi*
dan, bls. 98, sýnir, at teir hava nýtt stranga, men ikki
fuglastong.
Annars vísir Jirlow (1931) á, at á oyggjunum í Norður=
Frísalandi hava menn veitt entur á tann hátt, at teir í
myrkri vóðu út frá landi við neti á stong og løgdu tað
yvir sitandi fugl. Netið var runt, og stangartræið gekk
tvørtur um og yvir netinum. Hetta er meira at kalla ein
glúpur, og kann als ikki roknast fyri fuglastong javnbjóðis
føroysku stongini.
Føroyska fuglastongin og tann japanska, sum her eru
umrøddar, hava — sum nevnt — mong felagseyðkenni, og
vert er at geva gætur, at nú, tá ið føroyingar fingu bambus*
træ at gera fleygastong úr, eru fuglastongin í Føroyum og
tann í Japan vorðnar enn meiri líkar; tí nú gera summir
føroyingar fleygastong úr bambus, bæði stangartræ og
stangararmar, meðan hornið yvirhøvur enn er varðveitt í
sínum forna sniði á føroysku fuglastongini.
Neyvan kann nakar siga í dag, at føroyingar hava lært
menn í Japan at gera fuglastong, ella at japanar ella menn
aðrastaðni í fornum døgum hava lært føroyingar at evna
til hesi amboð, sum í øldir hava verið føroyingum av lívs*
týdningi fyri at vinna dagligt breyð. — Ivaleyst krevst stórt
og drúgvført arbeiði til at vita, um nakað upprunasamband
er ímillum hesi amboð, og um stongin úr Japan hevur
funnið leið henda vegin, ella føroyska hagar eystur.