Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 58
64
Eitt sindur um setningar
aði á eitt stykki og spurdi: »Hvør skal hava hetta?», og
og so nevndi hin, sum rópti upp og ikki sá, hvat stykkið,
ið peikað varð á, hvør ið skuldi hava tað. Og soleiðis var
hildið áfram, til hvør hevði fingið sítt stykki av kjøti.
Síðani gjørdi hvør við part sín, sum hann vildi. Hann ella
hon, sum fingið hevði mest av soltnum, eitt nú langleggin,
kundi javna við hann ella hana, sum fingið hevði válgaran
ella annað feitt stykki. Maria Skylv Hansen (1950) nemur
eisini við hetta, har hon sigur frá einari konu, at tá ið
hon býtti viðskera, fingu tey eitt stykki av kjøti; var tað
gás, fingu tey ein fjórðing í part; tey kundu so drýggja
sær tað, sum tey vildu. — Eisini drýlurin varð býttur til
matna (Jirlow 1931, samanber Landt 1800). Svabo (1781—
1782) sigur, at 3 lundar vóru mansverður, somuleiðis 20
lundahøvd við krikunum.
Verðirnir hjá fedrunum er burturav rúgvismikið evni,
sum ikki skal viðgerast her. — Tó skal eg vísa á gomul
orð, sum hvørt sær ber í sær søgutátt, eitt nú verðardrýlur,
fjallmatur, fjallkjøt, verðarfiskur. Tá ið kjøt var býtt til
viðskera, so er at viðmerkja, at hesin siður stóð við á
summum fiskiskipum føroyinga til um leið 1930. Gamal
fiskimaður (S.) sigur, at á skipum, hann var við, stykkjaði
bestimaðurin vanliga sundur krovið. Og so varð rópt upp
til at avgera, hvat stykki hvør skipsmaður skuldi hava. —
Hesi dømi burtur úr mongum øðrum sýna, at føroyingar
í langa tíð eftir døgum Lucas Debesar fingu vissa nøgd
av mati til máltíðirnar.
B. SETNINGAR
Østberg (1922) hevur skrivað eitt brot um føroysku
setningarnar. Hann sigur, at dagssetningur var tað ávísa
arbeiði, sum sambært royndir og sið var hóskandi hjá einum
tilkomnum, arbeiðsførum fólki at fáa frá hondini sum dags*
verk. Kvøldsetningur var tann arbeiðisnøgd, ein skuldi av«
rika eitt vetrarkvøld. — Soleiðis, sum Østberg skýrir orðini