Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 64
70
Eitt sindur um setningar
Gomul bóndakona (K.) sigur, at hon sum barn minnist,
at onkur gomul arbeiðskona bant 2 troyggjuermar ein dag.
Tá ið børnini vóru niðurfarin, setti mamman og ein arbeiðs*
kona seg við troyggjubulinum, og fóru tær ikki niður,
fyrr enn bulurin var bundin. Soleiðis kom ein troyggja í
hennara heimi at verða úr hondum greidd hvønn dag á
vetri, og var hetta út ímóti 1900.
í síni heild hevur setningurin binding viðvíkjandi verið
tann, at kvinna skuldi binda eitt tvípundshosupar ella ein
troyggjubul um dagin stundum umframt aðrar frágerðir.
2. Vevnaður.
Hin gamli føroyski vevurin1) ella vevstaðurin var hildin
at vera vánaligt amboð (Svabo 1781 — 1782, samanber Landt
1800), og tí er vist lættari hjá okkum at skilja, tá ið fyrr
varð tikið til, at »vevkonan og fjallmaðurin eru bæði líka
móð á kvøldinum« (Jacobsen 1928).
Stutt fyri ár 1800 kom nýggjur vevur at avloysa hin
gamla føroyska klíggjavevin. 1 1814 vóru 34 nýggir vevir
komnir, og í 1826 vóru 123 tílíkir í landinum, har allir
uttan tann eini vóru gjørdir í Føroyum (Degn 1929).
Eftir hetta hvarv klíggjavevurin so líðandi. Roknað var
við, at vevkonan í klíggjavevinum kundi veva ein heilan
dag 1 til l*/2 alin (62,8—94,2 cm) av vaðmáli. Vevkonurnar
vóru fáar, og bert ullint varð vovið (Svabo 1781—1782).
Eftir hesum tykist dagssetningurin at hava verið at veva
í mesta lagi 1 '/2 alin (94,2 cm) av vaðmáli í longd, meðan
breiddin ikki er tilskilað. Hans Michael Jacobsen (1928)
sigur, at tað breiðasta, tey kundu veva í teim gomlu før<
oysku vevunum, og tað var klíggjavevurin, var so breitt,
sum rivurin var langur. Vanliga var rivurin2) ein góðan
*) Sjá Varðan bind 8, bls. 187—191 1928, har Hans Michael /acobsen
hevur skrivað um gamla føroyska vevin.
2) Rivurin svarar til váðmálsbummin á nútíðarvevi (Jacobsen 1928).