Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 65
Eitt sindur um setningar
71
favn (1,8 m) langur, og vanliga breiddin, ið vovin var,
var bula=> og brókabreidd, um leið 2 alin (1,26 m). Eftir
at nýggi vevurin var komin, hevði vevkonan eisini dags»
setning. Maria Skylv Hansen (1950) tekur soleiðis til,
at tá ið vevnaður var fyri, skuldi vevkonan greiða úr
hondum eitt vist arbeiði um vikuna.
J. Kornvelting.
Tá ið menn fyrr í tíðini og til út ímóti seinra parti av
19. øld talaðu um at velta, so meintu teir at velta korn.
Og tá ið her verður talað um setning í samband við at
velta, so er tað frá teirri tíðini, tá ið teir reinaveltu1).
Veltingaramboðini vóru hakin2), sum kendur hevur verið
av øllum føroyingum til dags í dag. Haki, ella veltingar*
haki, var vanliga sagt um veltingaramboð mansins, og tá
ið menn gjørdu haka lættari enn vanligt at nýta hjá konu*
fólki at saksa við, var hesin róptur saksingarhaki (Jirlow
1931).
Kornið, sum teir fyrr sáddu ella dyrkaðu í Føroyum,
var einans bygg (Debes 1673, útg. 1950). Trýggir kannu*
bærar3) av frækorni fóru í eitt tunnulendi4), trý byggkorn
undir fótin (Maria Skylv Hansen 1950).
Svabo (1781 — 1782) sigur, at søgn er, at maður skuldi
velta eitt tunnulendi um dagin, men her veldst um, hvussu
góð jørðin er at velta, hvussu dúgligur húskallurin er, og
hvussu sterkur hann er. Eitt tunnulendi er tann vídd, sum
í akurskurðartíð skuldi geva eina tunnu av korni (Svabo
1781 — 1782, útg. 1959, Rasmussen 1949). — Landt (1800)
*) Sjá Lucas Debes 1673, útg. 1950, bls. 117; Svabo 1781—1782. útg.
1959, bls. 334 ff.; Landt 1800, bls. 304 ff.; Bruun 1929, bls. 184-186;
Rasmussen 1949, bls. 4 ff.
2) Mynd av haka sæst hjá Svabo 1781—1782, útg. 1959, bls. 137;
Bruun 1929, bls. 187; Jirlow 1931, bls. 114.
3) Ein kannubæri = o. u. 0,003 hl.
4) Eitt tunnulendi = 350 m2.