Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 68
74
Eitt sindur um setningar
úr øksum. Tá fóru tær at tína við tíningartrogi. Dags*
setningurin var, at 3 konufólk skuldu treskja og tína 3
tunnur av korni, og var dagssetningurin sostatt tunna1) av
korni hjá einum konufólki at treskja og tína ein dag.
5. Torvskurður.
Við tað at Føroyar eru og hava verið skógarleysar,
noyddust menn at skera torv og turka tað, fyri at hava eld.
Torvskurður kundi verið komin úr Noregi, men mestur
man hann vera komin sunnaneftir til Føroya og íslands.
Søgn er, at Orknoya*jallurin TorTEinarr var fyrstur at
skera torv á Torvnesi í Skotlandi (Matras 1958), og
Jirlow (1931) sigur, at nýtslan av torvi í Orknoyum skal
vera komin við TorfíEinari, men Marwick (1951) heldur
tað vera rættiliga ivasamt, um tað, sum Orknoyingasøga
veit at siga um Torf*Einarr, er prógv fyri, at hann lærdi
orknoyingar at skera og turka torv.
Tarnovius (1669) skrivar um torvskurð í Føroyum, men
lýsir ikki, hvussu torvarbeiðið fór fram. Hann sigur, at
torvið varð flutt til húsa heim í rossleypum, men nevnir
ikki, at teir bóru torv ella førdu torv til húsa heim. Svabo
(1781 — 1782) greiðir gjølla frá torvskurði og at røkta torv,
og soleiðis sum hann sigur frá, hevur arbeiðislagið yvir*
høvur hildið sær so at siga óbroytt torvinum viðvíkjandi
til okkara dagar. Torvskerin, sum nýttur var, hevði somu
útsjónd, sum hann hevur havt til dags í dag (sjá Svabo
1781—1782, bls. 137 og Bruun 1929, bls. 187), har menn
ikki nýttu pinnagrev. Svabo sigur (1781 — 1782), at maður
i Hetlandi kann skera tvær ferðir so nógv torv ein dag
sum ein føroyingur, tí teir hava pinnagrev. Pinnagrev var
ókent í Miðvági út ímóti 1900 (Rasmussen 1949), og
Jirlow (1931) sigur, at í Sandoy kom pinnagrevið um
>) Ein tunna av korni = 1,3912 hektolitrar.