Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 69
Eitt sindur um setningar
75
leið 1900. — í mínum uppvøkstri veit eg meg ikki hava
sæð pinnagrev í Norðoyum. —
Ikki bara í Hetlandi var pinnagrevið vanligt í fornum
døgum, men víðan um í Stórabretlandi og eisini í Frísa*
landi. Torvskerin er uttan iva komin til Føroya úr land=
synningi (Hetlandi), og hava føroyingar eisini fingið pinna>=
grevið haðani (Jirlow 1931).
Tá ið føroyingar hava skorið torv, og tá ið teir skera
torv, so verður skorið næstan beint upp og niður. Svabo
(1781 — 1782) vísir á, at á oynni Man skulu teir hava
skorið torv meiri á skák enn í Føroyum, ja, skorið vatn=
rætt. Tað kann tykjast, at menn í Føroyum í fornum
døgum hava skorið torv vatnrætt. Fyri um leið 35 árum
síðani var ein torvskeri funnin á Kvíingadali á Borðoynni,
og lá hann flatur í mógvi okkurt um hálvan favn undir
svørðinum. Hesin torvskeri hevði einki grev og tykist ikki
at hava havt nakað grev, men væl sneiddur í niðara enda
á hakafótinum, gjørdur úr hørðum viði. Um so er, at
menn fyrr hava skorið torv vatnrætt, so kunnu teir hava
skorið omanavgrevsturin við haka ella knívi, síðani skorið
spor fyri við knívi í mógvin, og tá nýtt tann grevleysa
torvskeran at taka torvurnar upp úr eyganum við. Tann
her nevndi torvskeri er á Føroya Fornminnissavni (s;a
14. September, nr. 59, 1962).
Til torvskurð hoyrdi fyrst arbeiðið at grava oman av,
tínæst at skera torvið, og tá ið tað varð gjørt, varð veit
grivin frá torveyganum, og so varð lagt aftur í eygað.
Hetta vil siga, at omanavgrevsturin varð lagdur, har skorið
varð, so at grasið kundi vaksa aftur so skjótt sum møg*
uligt. — Har sum djúpur mógvur var, kundi verða tví*
skorið og eisini trýskorið (samanber Svabo 1781 — 1782,
bls. 136). Tað, sum var skorið djúpri enn eina torvuhædd,
róptu teir undirmógv (O.).
Svabo sigur, at vanligt var, at maður skar ein dag 20
til 30 klyvjar, men á Sandoynni varð roknað við, at maður
skuldi kunna skera 40—50 klyvjar ein dag. Or einari bygd