Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 70
76
Eitt sindur um setningar
(Ho.) verður upplýst, at gamalt var, at rossabyrða langan
tein var tann sama sum mansbyrða; tá er ein klyv =
rokaður torvleypur.
Á Borðoynni, har verið hevur toluliga gott at skera
torv, var dagssetningurin, at maður skuldi skera 40 leypar
av torvi. Tá var omanavgrevstur, at leggja aftur í eygað
o. tl. uppíroknað, og her eins og fremri er roknað við, at
torvskerin ikki hevði pinnagrev. Vanliga var roknað so*
leiðis av torvskurðarmanni, at 70 skornar torvur á longd
knappliga upp á akslar á torvskera gjørdu torvleypin við
turrum torvi væl rokaðan (K.). Ein annar frásøgumaður
sigur, at dagssetningurin var at skera so mikið, at tað var
ein bátur av torvi, og tað hava teir roknað at vera 40
leypar. Tað var eingin strævin dagssetningur at skera 40
leypar av torvi Eysturi á Skor á Borðoynni (N.).
6. At royta fugl.
Svabo (1781—1782) sigur, at arbeiðskona kundi royta
60 stórfuglar (lomviga og álku) um dagin, stundum meir.
Maria Skylv Hansen (1950) nevnir, at aftur fyri at royta
fugl, bæði lunda og lomviga, fekk og fær roytingarkona
fimta hvønn fuglin, og er hetta úr Mykinesi og Nólsoy.
Summar roytingarkonur í Mykinesi eru komnar upp í 250
lundar um dagin, og skilar Maria Skylv Hansen til, at
um eina konu hevði hon hoyrt, sum kundi royta 12 Iom*
vigar um tíman. Jonsson & Linnman (1959) siga, at
nóg mikið var roknað hjá einum at royta 200 lundar ein
12 tíma arbeiðisdag. Um sjálvt dagsverkið í hesum viðfangi
verður sagt úr Sandoy (D.), at setningurin var, at húskallur
skuldi draga 100 lundar, og arbeiðskonusetningur var at
royta 100 lundar ein dag. í bygd í Norðoyum (N.) verður
upplýst, at setningurin var, at roytingarkonan skuldi royta
120 lundar ein dag, og tá hoyrdi uppí setningin, at teir
vóru komnir í salt.