Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 73
Eitt sindur um setningar
79
Kvøldsetningur var at raka eina neytshúð, at raka 10
seyðaskinn ella at fletta 10 seyðir (H. —N. —K.), og vóru
hesir 3 kvøldsetningar mettir at vera javnir, og umframt
hesar 3 verður eisini nevnt, at kvøldsetningur var at skera
og elta eina tálgavág (72 merkur = 18 kg) (H.). —
í teimum arbeiðum, sum her eru nevnd, veldst sjálvandi
um, hvussu raskur og hvussu dugnaligur maður var at
greiða setningin væl úr hondum. Tað kann tykjast okkum
stórur kvøldsetningur afturkomin av fjalli at fletta 10 seyðir
og so aftur á fjall dagin eftir. 1 ritgerð, sum farin er til
prentingar (Joensen 1964), havi eg viðgjørt hetta mál gjølla,
og skal her bert vísast á, at enn liva menn, sum hava flett
10 seyðir og stundum meir sama kvøldið, sum teir høvdu
verið á fjalli eftir skurðinum. Og tá ið her verður nevnt
at fletta 10 seyðir sum kvøldsetning, roknast við tí hátta*
lagi, sum nýtt varð, tá ið teir flettu á roykstovugólvi við
ongum øðrum ljósi enn koluni. Og tá fór flettingin fram
hjá hvørjum manni sær líka frá byrjan til enda, so at hon
gav meiri arbeiði, enn mangir menn nú geva sær stundir
til, tá ið teir fletta. Ein heimildarmaður (K.) sigur, at bert
einaferð hevði hann kannað eftir, hvussu skjótt hann fletti,
og tað var um ár 1910. Tá fletti hann sjey meðallomb
(krovið vigaði um leið 15 kg) tveir teir fyrstu tímarnar.
Ein annar (N.) sigur, at hann hevði flett 8 meðallomb tveir
teir fyrstu tímarnar, tá ið hann var í bestu árum og aftur
komin av fjalli. Báðir siga, at gamli kvøldsetningurin hjá
fjallmanni at fletta 10 seyðir ikki kundi roknast at vera
ov mikið, um raksturin hevði gingist toluliga.
9. Barnasetningar.
Eisini børnini fingu setning settan í farnari tíð, tá ið
arbeitt varð heima við hús. Úr einari bygd (Kf.) verður
sagt, at smádreingir fingu eina hálva mørk (um leið 125 g)
av ull at karða og spinna. Tað var byrjunarsetningurin,
tá ið dreingir skuldu læra seg at spinna. Síðani varð nørt