Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 85
Fossil Metasequoia From Mikines, Faroe Islands
91
a leaf with a row of delicate grooves along the midrib. The oppo«
site row of grooves is blurred on the photograph. Abt. 3. 5: 1.
F. J. Cat. no. 8.
2. Short shoot showing the phyllotaxy. 1: 1 F. J. Cat. no. 11.
3. Enlarged section of a fragment of a short shoot with well preserved
leaf impressions on which midrib and longitudinal striation (rather
unclear on the photograph) can be seen. Abt. 5: 1. F. J. Cat. no. K.
Chr. Halkier phot.
Steinrunnin Metasequoia í Mykinesi.
Eftir Jóanrxes Rasmussen og B. Eske Koch.
I
Staðalýsing.
Eftir Jóannes Rasmussen.
Tað er ikki nógv, sum higartil er funnið av steinrunnum
plantutilfari í Føroyum. í Suðuroy og í Mykinesi eru í
skifurleirgrýti millum basaltfláirnar funnar trýstmyndir av
bløðum og í kolinum í Suðuroy kolaðir bular og kvistar.
I royðuleirgrýti hava menn stundum verið varir við meira
ella minni óskilligar og ógreiniligar trýstmyndir av stein«
runnum plantulutum (Noe*Nygaard 1940).
í bókmentum viðvíkjandi føroyskari jarðfrøði eru bara
einar tvær smáritgerðir, sum snúgva seg um plantustein*
renningar. Hartz (1903) viðgerð og greiðir frá plantustein*
renningum, sum Godfred Hansen, premierløjtnantur fann í
Mykinesi í 1901, og R. Rasmussen (1925) sigur frá steiní
renningatilfari, sum tikið varð upp á sama stað, tá Mykines<=
menn á vári 1925 høgdu grund fyri nýggjum neysti inn
í bakkan sunnantil undir Fjørudalsnevi, har hini neystini