Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 86
92
Fossil Metasequoia From Mikines, Faroe Islands
standa. Sjálvur vitjaði R. Rasmussen staðið á sumri 1925,
og tað er tilfar hansara sum viðgjørt verður í hesari grein.
Til at vita um líkindini enn vóru soleiðis, at meira tilfar
kundi fáast til vega og til at kanna fundarumstøðurnar,
vitjaðu høvundarnir báðir at hesari grein staðin á sumri
1963. Tíverri vóru líkindini heilt vánalig nú at koma fram
at sjálvari fundarflónni. Sumstaðni er rutt oman yvir, og
sumstaðni er lopið, og fram við útjaðaranum er gjøgnum
árini pilkað so nógv burtur, at lítið er at finna, so sum
umstøðurnar eru í dag. Kortini vísti tað sindrið, sum funnið
varð hesaferð, at tað tilfar sum fyrr er funnið, helst er
eyðkent fyri flónna.
Mykines er vestasta oyggin í Føroyum. Eystur«vestur er
hon umleið 8 km; norður*suður, har hon er breiðast, 2—3
km. Hægsta fjallið er Knúkur, 560 m. Ein gjógv, Hólm»
gjógv, skilir Mykineshólm frá sjálvari oynni, brúgv er um
gjónna. Á sjálvum hólminum, eystur móti Hólmgjógv, er
Klettur, 133 m.
Fláirnar í Mykinesi halla í landsynning (úti á Hólm«
inum og vestantil á oynni, umleið 13°), og í landsynning
eystan (eystantil á oynni, umleið 8°). Tær hoyra allar upp í
niðaru basaltfláirnar, so niðarlaga at tær samsvara so tolu*
liga við fláirnar í sunnara parti av Suðuroy. Eins og har
suðuri sæst mangastaðni í legugrýtinum millum basaltflá«
irnar smávegis av koli, t. d. úti í Hólminum, í Fjørudals*
nevi, norðan« og eystantil á oynni og í berginum fyri sunnan.
Tað er sum framman undan nevnt í Fjørudalsnevi, at tær
plantusteinrenningar, sum her verður sagt frá, vórðu funnar.
Fjørudalsnevið stingur seg út vestureftir millum Viðar»
helli og Lendingsgjógv við bygdina Mykines. Norðureftir,
móti Viðarhelli, er berg fyri; suðureftir gongur undan
oman móti Lendingsgjógv. Út eftir nevinum er vallað, har
standa gomul neyst og neystagrundir. Uttast á er rutt oman
av, so tað sæst í benið. Ein mátaður skurður var sovorðin: