Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 87
Fossil Metasequoia From Mikines, Faroe Islands
93
20,35 - 20,40 m
20,40
21 -
- 21 m
22 m
20 — 20,35 m Brúnt leir. Gjøgnum leiri ganga 3 tunnar
lindir av leirjarnsteini. Niðasta lindin
er umleið 3 cm tjúkk, tær báðar ovaru
bara nakrar fáar mm.
Heldur feitt, døkkt skifurleir.
Blásvart skifurleir.
Sand* og eyrgrýti (eyrkornini avbrýnd,
tvørmát teirra upp til V* cm).
22 — 25 m Reytt royðuleirgrýti, ovast ymislitt.
í lindini 20,35 — 20,40 m síggjast stundum tunnar kola°=
flísar, og í henni eru bæði tær fyrr umrøddu (Hartz 1903,
Rasmussen 1925) og tær í hesari grein viðgjørdu plantu=
steinrenningarnar funnar. Lindin í Fjørudalsnevi tykist ikki
ganga víða um; tað man vera hon, sum fer í sjógv inni í
Lendingsgjógv (Rasmussen 1947, 1951).
II
Tær steinrunnu planturnar.
Eftir B. Eske Koch.
Greitt verður frá 25 skifurleirpettum við plantusteim
renningum, sum Rasmus Rasmussen savnaði í Mykinesi á
sumri 1925 og seinri læt til Jarðfrøðisavnið á Føroya Náttúru*
gripasavni. Tølini í frágreiðingini vísa til savnskránna hjá
Føroya Náttúrugripasavni.
Steinrenningatilfarið eru trýstmyndir í tunnflísaðum mor<
reyðum skifurleiri. Trýstmyndirnar eru í mongum førum
so skilligar, at væl ber til gjølla at greiða frá teimum
og greina tær. Trýstmyndirnar eru allar av vakstrarpørtum.
Tær allarflestu eru av Metasequoia occidentalis (Newb.)
Chaney. Eisini eru trýstmyndir av smáum kvistum, stundum
kolaðar leivdir av teimum (t. d. nr. 9) og einstakar óskilligar
trýstmyndir av leyvbløðum, sum harafturat eru ófullkomnar
(nr. 9, 13, E og F). Savnið tykist vera eyðkennt fyri