Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 88
94
Fossil Metasequoia From Mikines, Faroe Islands
flónna, talan er um. Høvundarnir vitjaðu sum nevnt staðið í
juni 1963, og styðjaðu kanningarnar á staðnum hesa áskoðan.
I tí lítla, sum nú var eftir og atkomandi av steinrenningar>=
flónni, vóru vit bara varir við leivdir av Metasequoia.
Metasequoia occidentalis (Newb.) Chaney (1. & 2. talva).
I savninum, talan er um, eru bara vakstrarpartar av hesum
slagi: langsprotar og stuttsprotar. Stuttsprotar fyri seg eru
flestir, men á fleiri eintøkum síggjast stuttsprotar festir til
ein langsprota tveir og tveir og andstaddir. Á einum ein*
taki (nr. 8) (1. talva, 1. mynd) sæst soleiðis ein langsproti
við fýra frágreiningum. Við eina frágreiningina síggjast
stuttsprotarnir við sjálva frágreiningina tveir og tveir saman,
stuttsprotaásarnir báðir festir til langsprotaásin og and*
staddir. Við eina aðra frágreining á sama eintaki sæst ein
stuttsproti festir til langsprotan og andstatt honum eitt
petti av einum stuttsprotaási. 1 tveimum førum sæst á sama
eintaki ein stuttsproti beinleiðis festur til langsprotan, og
sum tað sær út, ein andstaddur stuttsproti, har ásurin peikar
beint á frágreiningarstaðið, hóast festið sjálvt ikki er varð*
veitt. 1 øðrum av hesum báðum førum er frágreiningin
niðast á tí varðveitta partinum av langsprotaásinum. Tað
tykist, sum hoyra stuttsprotarnir her báðir saman, men frá«
greiningarstaðið er í sjálvum útjaðaranum eins og annar
stuttsprotaásurin. Á hesum stuttsprotanum sæst tí bara
onnur blaðrøðin. Á sama skifurpetti (nr. 8) (1. talva, 1.
mynd) eru afturat tveir langsprotar, hvør teirra við fleiri
stuttsprotum festum at sær. Við tað at mótpetti av skifur=
Ieirinum er ikki varðveitt, er torført at tekkja báðar
stuttsprotarnar við allar frágreiningarnar, serliga í grótslagi
sum hesum, sum er so tætt sett við trýstmyndum og tí
ógvuliga flísut. Mong onnur petti (nr. 7, 10, A, B, C, D)
(1. talva, 2. og 3. mynd) sýna langsprotabrotpetti við stutt=
sprotum á. Á A, B og C síggjast makaðir stuttsprotar.
Okkurt annað langsprotabrotpetti sæst, t. d. á G.