Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 90
%
Fossil Metasequoia From Mikines, Faroe Islands
millum bløð og stuttsprotaásin rúmt, men á øðrum er
hornið nógv trengri. Høvundurin heldur ikki hetta vera
upprunaligt eyðkenni, men sama fyribrigdi, sum hann heldur
seg vera komnan fram á í áardegugrýti frá palæocæn í
Vesturgrønlandi, ein lega sum hin rennandi áarstreymurin
hevur verið atvold í. Hetta er enn meira trúligt, tá vit leggja til
merkis, at summir stuttsprotarnir hava somu legu (sjá nr. 7, L).
Metasequoia occidentalis (Newb.) Chaney er sera væl
kend frá allari tertiertíðini og gevur tí eingi líkindi til
nágreiniligari tíðarfesting av skifurleirflónni í Fjørudalsnevi
í Mykinesi.
Metasequoia var upprunaliga navngreind eftir steinrunnum
tilfari (Miki 1941). Nøkur ár seinri varð hon funnin liv<
andi inni í Kina. Eftir henda fund sigur Chaney (1951)
hana vera vanliga í jarðløgum frá krit* og tertiertíðini. Frá
hesum tíðarskeiði vóru leivdir hennara longu langt framman
undan av mongum rannsóknarmonnum greindar sum t. d.
slektirnar Sequoia, Taxodium. Viðgerðin hjá Chaney er hin
higartil størsta viðgerð av steinrunnum Metasequoiatilfari
(Chaney 1951).
Á norðuratlantiska økinum er Metasequoia occidentalis
(Newb.) Chaney viðgjørd frá Svalbard (A. Schloemer*
Jáger, 1958) frá Grønlandi [B. Eske Koch, 1963 (og 1959)].
Longu í viðgerðum hjá Heer (Heer, O., 1868, 1869, 1870,
1874, 1883) eru frá somu økjum myndir av plantustein*
renningum, sum eru sama slagið. Frá Skotlandi er greitt frá
sáð (pollen) frá tertiertíðini, sum væl kann vera av Metas
sequoiu (Simpson, 1949).