Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 91
5 tilburðir við toxoplasmosis
i Føroyum.
Eftir Bendt Jensen.
Síðan dr. R. K. Rasmussen í 1953 alment kunngjørdi
tveir teir fyrstu tilburðirnar við toxoplasmosis ávístar í
Føroyum26, hava nýggir tilburðir her á landi ikki verið
kunngjørdir á prenti, og tí haldi eg orsøk vera til at siga
frá fimm tilburðum.
A. Alment um sjúkuna og atvold hennara.
Toxoplasmosis eru viðføddar og fingnar ígerðir, orsak*
aðar av snultaranum toxoplasma gondii, sum er ein ein*
kyknað, vanliga innankyknað vera, sum rørist, og sum
eftir fyribils royndum verður hildin at hoyra upp í frum*
djórini. Toxoplasma er fyrstu ferð funnin í 1908, um tað
lagið samstundis av Splendore32 í Brasiliu, ið vísti á
snultaran í kaninum, og Nicolle og Manceaus23, ið vístu
á hann í stroktilbúningum úr miltinum í gnagara í Norður^
afriku (Ctenodactylus gondi), ið var nýttur til royndardýr
í Institut Pasteur í Tunis. Fyrst var hon hildin at hoyra
upp í Leishmaniasløgini, men eftir gjølligar kanningar í
eitt ár var eyðsæð, at hon var av aðrari ætt, ið nevnist
toxoplasma, sum eitur eftir bugaða skapi snultarans [toxon
(grikst) = bugur]31. Hóast toxoplasma hevur verið monnum
kunnug í meira enn 50 ár, eru granskarar ikki á einum máli
um, hvussu hon skal skipast, men í kanningunum tey sein»
astu árini verður hon hildin at hoyra upp í sporozoa bólkin14.