Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 92
98
5 tilburðir við toxoplasmosis í Føroyum
Toxoplasmosis kemur fyri í náttúruni í haru9, rottu25,
dúgvus, hundi19’22, kanin4, høsnum15,5, svínt'20,2I, neyti50,
seyði10, minki20,21, kettu2*.
Títtleiki sjúkunnar er neyvan stórur; í samansavnaðum
tilfari úr U. S. A. í tíðarskeiðinum frá 1948 til 1952 funnu
Feldman og Eichenwald bert 175 tilburðir, og í Danmørk
verða ávístir árliga umleið 3—5 tilburðir30. Tó, kanska
stendst hetta av, at sjúkueyðkennini eru so fjølbroytt, at
sjúkan verður mistikin fyri aðrar sjúkur, og at mangir
sjúkratilburðir eru mest sum eyðkennisleysir. Var toxo»
plasmosiskomplementbindingarvísingin nýtt meir, høvdu
óivað fleiri sjúkratilburðir verið ávístir. í allari læknaligari
sjúkuavgerð er tað jú so, at bert tær sjúkur, sum leitað
verður eftir, verða funnar, og toxoplasmosiskomplement*
bindingarvísingin verður, eftir míni áskoðan, nýtt alt ov
lítið. Tað er heldur enn løgið, at ikki fleiri tilburðir eru
kunngjørdir úr Føroyum síðan báðar tilburðir dr. Rasmus*
sens í 1953.
1937 lýstu Wolf og Cowen fyrsta tilburðin við toxo*
plasmosis hjá fólki; tað snúði seg um viðfødda toxoplasm*
osis hjá barni við chorioretinitis og hydrocephalus internus.
Barnið doyði, og við líkskurðin vórðu ávístar verur, ið
Sabin lýsti at vera líkar toxoplasma. Stutta tíð eftir eydn*
aðist Wolf, Cowen og Paige 1939, 1940 og Sabin 1939
at ávísa snultaran við gróðurseting á djórum. Síðan eru
ávístir mangir sjúkratilburðir við viðføddari toxoplasmosis
í Europu2’ 18> 6.
Fyrsti sjúkratilburður við fingnari toxoplasmosis er lýstur
av Sabin 1941 hjá dreingi við heilabruna, sum bar deyðan
við sær. Síðan eru kunngjørdir hópin mangir sjúkratih
burðir12, 13- l6- 17’7•
B. Sjúkuavgerðin.
Sjúkramyndin hjá toxoplasmosis er so fjølbroytt og sjúku«
eyðkennini so litið sermerkt, at sjúkuavgerðin als ikki kann