Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 94
100
5 tilburðir við toxoplasmosis í Føroyum
brek. Ofta er fostrið andleyst borið, og viðhvørt hittir
konan reis í fimta ella sætta mánað.
t fingnum førum eru fimm sløg:
1. Toxoplasmosis acquisita lymphonodosa.
Hon er vanligast í Norðurlondum. Hon kemur fyrst
til sjóndar við høgum hita, 39—40°, og óserkenniligum
almennum sjúkueyðkennum, men livimátin yvirhøvur er
óávirkaður, ella er eitlatroti við ella uttan hita. Eitlarnir
eru á stødd við ertur, í størsta lagi við valnøt, treystir,
slættir, fastir og oftast ikki sárir og við ongum trota utt«
anum og leysir frá umhvørvinum. Eitlatrotin er allastaðni um
kroppin og verður størstur eftir einum tveimum vikum
og varar ofta fleiri ár. Sjúkuavgerðina ber til at vissa sær
við einum petti av eitlinum ella við teimum nevndu sveita*
vatnskanningunum.
2. Toxoplasmosis acquisita cerebrospinalis.
Fyrsta sjúkratilburðin lýsti Sabin 194128. Sjúkueyðkennini
eru bráðkomin høvuðverkur, ið herjar á áður frísk børn,
saman við einum sindri av trega í búkinum við pínu, vamli
og spýggju og við víðgongdum krampa og máttloysi í
beinum við ella uttan hita. Sjúkueyðkennini líkjast teimum,
ið síggjast við meningoencephalitis, og tí eiga toxoplasmosis=
kanningarnar at vera sjálvsagdur liður í handahóvskanning
av sjúklingum við heilaí og mønuserksbruna av ókendum
uppruna.
3. Toxoplasmosis acquisita exanthematica.
Vanliga byrjar sjúkan brádliga við skjálvta og eyðkennum
líkum teimum við beinkrími saman við reyðum blæmunipl*
utum útbroti á húðini um allan kroppin; bert svørður, lógvar
og iljar sleppa undan. Útbrotið kemur til sjóndar 4—6