Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 95
5 tilburðir við toxoplasmosis í Føroyum
101
dagar, aftan á at sjúkan tók seg upp, og bliknar burtur
eftir tveimum vikum. Tíðum eru sjúkueyðkenni frá hjarta
og lungum uppií (myocarditis og pneumonia). Viðhvørt
setur sjúkan at heilanum eins og við heilabruna.
4. Toxoplasmosis acquisita opthalmica.
Fyri viðfødda toxoplasmosis er eitt av høvuðseyðkennunum
broytingar í æðra* og nethinnu eygans. Tí hevur ógviliga nógv
verið gjørt av eygnarannsóknum við fingnari toxoplasmosis,
men bert fá dømi um hesar broytingar eru funnin í hesum
sjúklingabólki, og hesi dømi sannføra okkum ikki heilt.
5. Toxoplasmosis acquisita myocardialis.
Við viðfødda toxoplasmosis og hjá sjúklingum, ið eru
deyðir, yvirtiknir av eitlatoxoplasmosis, er toxoplasma
funnin í hjartavøddum, og hjá summum sjúklingum eru
undan deyðanum ávístar elektrocardiografiskar broytingar3.
Við hjartavøddabruna við ókendari orsøk eigur henda
sjúka tí at vera havd í huga.
Viðgerð.
Sjúkratilburðir við ongum hita krevja onga viðgerð.
Er livimátin ringur, og er hiti, kann ein viðgera við
pyremethamin (Daraprin) 50 mg dgl. í 2 dagar, og síðan
25 mg dgl. í 14 dagar saman við sulfatilbúningi í lungna*
brunaverðum. Barnakonur eiga ikki at koma undir hesa
viðgerð, tí at hon kann bera vanda í sær fyri fostrið,
sum tí heldur eigur at verða tikið.
E. Egnir tilburðir.
Allir tilburðir eru frá heiliráðdeildini á Landssjúkra*
húsinum í Havn.
I. 10 ára gomul genta, ið heystið 1960 varð løgd inn á heiliráð*
deildina við sjúkuavgerðini febrilia et lymfadenitis universalis. Við