Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 96
102
5 tilburðir við toxoplasmosis í Føroyum
innleggingina verður greitt frá, at mamman hevði átt barnið sjálv.
Tað gekst væl at eiga, og mamman sigst at hava verið frísk, meðan
hon gekk við barninum. Barnið hevur havt vanligu barnasjúkurnar
uttan eftirsjúkur, er koppað ímóti barnalamningi, hálsasjúku, stívkrampa
og tuberklum. Barnið hevur annars verið frískt. 3 vikur fyri innleggs
ingina fær tað brádliga 40°, annars er livimátin góður, tað kennir sær
einki mein, og hevur eingi sjúkueyðkenni frá nøkrum yrkisgøgnum.
Bygdalæknin hevur givið gentuni penicillin, bæði spræningar og tabs
lettir, men av tí, at hitastigið dvølur við um 38°, og viðgongdur eitla*
troti er at finna, verður hon innløgd.
Við innleggingina sæst:
Funnin eyðkenni: útsjóndin samsvarar aldrinum. Ikki ússalig. Miðah
væl í holdum. Ikki blóðtrot, ikki blá í andliti, heldur ikki gulusótt
ella trongd.
Eyguni: rættvorðin.
Tungan: vát og rein.
Svølgið: javnur roði, mandlurnar stórar, ongar skónir. Innanvert báðar
kempurnar kennist hópur av ósárum bleytum eitlum, ið eru útvið
so stórir sum heslinøt, ikki áfastir sínámillum og leysir frá húð
og undirlagi. 1 lærkreppingunum báðumegin kennast eitlar av sama
slag. Annars er alt í lagi.
Kanningar: Blóðkroppafall (SR) 24—22—17 mm/t, HB 83—84—87°/o.
Hvítblóðkroppar: 6.200—6.620. Lutfalsteljing sýnir við innleggingina
sterka lymfocytosis, 90—84—47°/o. Bunnersprógvið negativt. Eitlakanning
sýnir broytingar, ið benda á toxoplasmosis. SabinsFeldman dyesprógvið
sterkt positivt, 1: 1250. Komplementbindingarvísing positiv, 1: 32. Land»
kanningar rættvorðnar. EKG og røntgenmynd av bróstrúminum sýnir
einki órættvorðið. Kroppshitin ferðast ímillum 37,5° og 38°, men verður
eftir 2 vikum rættvorðin, og eitlarnir minka. Sjúklingurin livir væl og
verður útskrivaður uttan viðgerð, og hann hevur verið frískur síðan.
II. 12 ára gamal drongur, ið lagdur verður inn á heiliráðdeildina
á vári 1962 við sjúkuavgerðini morbus cordis congenitus obs. pro.
Sjúkradagbókin sigur, at mamman hevur átt barnið sjálv, at væl gekst
at eiga, og mamman sigst at hava verið frísk, meðan hon gekk við barn*
inum. Barnið hevur havt vanligu barnasjúkurnar og hevur ikki havt
eftirsjúkur, tað er koppsett móti pokum, koppað móti barnalamingi,
hálsasjúku, stívkrampa og tuberklum. Seinasta árið undan innleggingini
hevur barnið sýnt vaksandi nervakend sjúkueyðkenni við grátiríðum
og sinadrátti um allan kroppin. 6 vikur fyri innleggingina verður
barnið bráðsjúkt í skúlanum, fellur í óvit og hevur samstundis sinas
drátt um allan kroppin; varð lagt inn á sjúkrahúsið í Klaksvík og lá
har í 3 dagar. Einki serstakliga athugavert er at siga frá hesari inn*