Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 97
5 tilburðir við toxoplasmosis í Føroyum
103
legging, als eingin hitastighækkkan. Eftir útskrivingina var sjúklingurin
heldur troyttur, sýndi annars eingi sjúkueyðkenni. Men tvær vikur
seinri fekk barnið herðindi av pínu um hjartaleiðina við trongd; hevur
í tíðini aftaná herðindi lík hesum, og sjúklingurin verður tí lagdur inn
á heiliráðdeildina í Tórshavn. Við innleggingina vísir læknakanningin:
utsjónd: samsvarar aldrinum. Húð og slímhinnur sera bleikar.
Eyguni: rættvorðin.
Tungan og svølgið: rættvorðin.
Á hálsinum eru smáeitlar allastaðni, og báðumegin undir hondini
og í lærkreppingunum er hópur av føstum. ósárum eitlum á stødd
við heslinøt. Yvir hjartanum hoyrist bleytt samandráttarmisljóð.
Annars er alt í lagi.
Kanningar: Fyrstu dagarnar lítil hiti. Blóðkroppafall (SR) 5 mm/t,
HB 87°/o. Hvítblóðkroppar: 3.720. Lutfalsteljing mest lymfocyttar, 60°/o.
Toxoplasmosiskomplementbindingarvísingin positiv, 1: 2. Sabin*Feld»
man dye*prógv sterkt positivt, 1:1250. Bunnebprógvið negativt. Lands
kanningar rættvorðnar. EKG ásfrávik til høgru. Røntgenmynd av brósti
sýnir rættvorðnan hjartaæðraskugga. Eygnakanningar sýna rættvorðin
viðurskifti, serstakliga eingi tekin til viðføddar broytingar i eygna*
grundini, ið kundi bent á toxaplasmosis. Meðan sjúklingurin liggur,
falla eitlarnir niður, og sjúklingurin verður útskrivaður, hann livir tá
væl. Sjúkueyðkenni hava síðan ikki vitjað aftur.
III. 9 ára gomul genta, ið verður løgd inn til kanningar fyri epi»
lepsia, líkfall. Sjúkradagbókin sigur, at mamman átti barnið sjálv, væl
gekst at eiga, og mamman sigst hava verið frísk, meðan hon gekk við
barninum. Barnið hevur havt vanligu barnasjúkurnar, ongar eftirsjúkur,
og allar vanligar koppingar eru gjørdar. Annars hevur barnið frammans
undan verið frískt. Seinastu mánaðirnar fyri innleggingina hevur barnið
verið nervaveikt, hevur havt høvuðverk og er fleiri ferðir svímað, men
sinadráttur hevur eingin verið. Við innleggingina verður funnið:
Utsjónd: samsvararar aldrinum; heldur klænvaksið.
Blóðtrot er einki.
Eygu, tunga, svølg: rættvorðin.
Eitlatroti er á hálsinum, undir hondunum og í lærkreppingunum.
Eitlarnir eru sum heslinøt, og leysir hvør frá øðrum og frá húð
og undirlagi, ikki sárir, treystir. Annars er alt í lagi.
Kanningar: Kroppshitin við innleggingina heldur høgur. Blóðkroppas
fall 7 mm/t., HB 88°/o. Hvítblóðkroppar: 5.520. Lutfalsteljing sýnir mest
lymfocyttar, 60°/o. Bunnebprógvið negativt. Toxoplasmosiskomplement*
bindingarvísing positiv, meira enn 1:2. SabinsFeldman dye»prógvið