Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 98
104
5 tilburðir við toxoplasmosis í Føroyum
positivt 1:250. EKG: einki órættvorðið. Røntgenmynd av bróstinum:
einki órættvorðið. Verður útskrivaður uttan viðgerð og livir væl. Síðan
hava eingi sjúkueyðkenni verið.
IV. 13 ára gomul genta, ið verður løgd inn fyri høvuðverk og til
kanningar fyri morbus cordis. Sjúkradagbókin sigur, at mamman hevur
átt barnið sjálv, tað gekk væl at eiga, og mamman var frísk, meðan
hon gekk við barninum. Tað hevur havt vanligu barnasjúkurnar, ongar
eftirsjúkur, og hevur fingið allar koppingar. Annars hevur tað framman*
undan verið frískt. Seinasta hálva árið hevur sjúklingurin hvønn dag
havt høvuðverk uttan onnur sjúkueyðkenni samstundis, eitt nú vaml,
spýggju, sjúkueyðkenni í eygum, og uttan frammanundan at hava løstað
høvdið. Einar tveir mánaðir seinri fekk sjúklingurin trongd við gongd
og samstundis hjartaverk og hjartaklapp. Eingi sjúkueyðkenni frá øðrum
yrkisgøgnum. Við innleggingina verður funnið:
utsjónd: samsvarar aldri. Húðin heldur bleik.
Eygu, tunga, svølg: rættvorðin.
Smáeitlatroti allastaðni.
Á bringuni framman fyri hjartað hoyrist bleytt samandráttarmisljóð.
Aðrar kanningar rættvorðnar.
Kanningar: Kroppshitin rættvorðin, blóðkroppafall 7 mm/t., HB 89°/o,
hvítblóðkroppar: 5.120. Lutfalsteljing sýnir eitt sindur av lymfocy*
tosis, 40°/o. Bunnel-prógvið negativt. Toxoplasmosiskomplementbind*
ingarvísing positiv, 1:2. SabinT'eldman dyesprógvið positivt, 1:250.
Eygnakanning einki órættvorðið. EKG: einki órættvorðið. Hjartaljóðs
rit sýnir samdráttarmisljóð við 3. riv inni við vinstru bringubeinsrond.
Røntgenmynd av bróstinum: vinstra innrúm gongur út og meginlivæðrin
hevur skotið seg til høgru. Røntgenavgerð: morbus cordis congenitus.
Sjúklingurin verður seinni lagdur inn til kanningar á Rigshospitalet,
cardiologisk afdeling, har teir ikki kunnu sanna avgerðina: morbus
cordis congenitus. Sjúklingurin hevur síðan verið frískur.
V. 33 ára gomul kona, ið fyrstu ferð verður løgd inn á Lands*
sjúkrahúsið í oktobur 1958 fyri abortus incipiens og graviditas m. VII.
Sjúkradagbókin sigur, at sjúklingurin hevur havt vanligar barnasjúkur
uttan eftirsjúkur. Hon hevur í barndómi sínum og uppvøkstri verið
púra frísk. Tíðirnar fekk hon 12 ára gomul, tær hava verið regluligar,
3 dagar/26 dagar, seinast miðjan apríl 1958. Hon hevur kent seg at
vera við barn, tí hon hevur havt ilt fyri hjartanum, hevur spýð og
havt spenningar í bróstunum. Barnið hevur ikki tikið við lívi. Síðsta
mánaðin áðrenn hon var innløgd, er blóð og brúnligt útflot komið
ígjøgnum burðarliðin, og hon hevur havt ilt um lendarnar. Fimm dagar