Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 100
106
5 tilburðir við toxoplasmosis í Føroyum
og vit hava ikki torað at sett sjúkuavgerðina toxaplasmosis
á hesar sjúklingar. Sjúklingarnir hava verið í aldursbólk*
inum frá 40 árum og uppeftir. Aftan á heldur stóra kanning
í U. S. A. (Frenkel, 1948), fanst andevni hjá rættiliga fittum
parti av tilkomna fólkinum, vaksandi við aldrinum. Um
toxoplasmosuígerð kemur fyri so ofta, sum veiku vísing=
arnar benda á, er hugsandi, men ikki prógvað.
F. Niðurløga.
Eftir at Nicolle og Manceaux í 1908 vístu á snultaran
toxoplasma gondii hjá Norðurafrikugnagara (Ctenodactylus
gondiiX og Splendore sama ár vísti á sama snultara hjá
brasilskum kaninum, kom hópurin av ritgerðum fram tey
næstu áratíggjuni um snultaran í øðrum djórasløgum.
193734 var fyrsti sjúkratilburður við viðføddari toxoplasm=
osis kunngjørdur á prenti, og ikki fyrrenn í 194128 var
greitt frá sjúkratilburði við fingnari toxoplasmosis. Síðan
er hópur av tilburðum kunngjørdur um allan heim. Úr
Føroyum vórðu fyrstu sjúkratilburðir lýstir av dr. R. K.
Rasmussen26. Sjúkan er, við øðrum orðum, rættiliga nýggj,
og sjúkueyðkennisfløkjan heldur enn ikki ring, og ikki
fyrr enn í seinnu árum hava menn fingið fastatøkur á
hvørji sjúkueyðkenni, ið eru til taks og eftir høvuðseyð*
kennunum funnið fram til 5 sløg. Av tí at sjúkan fram*
vegis verður søgd at koma sjáldan fyri, og lagt verður
afturat, at í Norðurlondum1 bert sæst lymfonodøsa slagið,
má vera hóskandi at leggja dent á, at óivað verður ov
lítið givið sjúkuni gætur. Tí verður hon sjáldan tikin við
í sjúkuavgerðarhugleiðingum, tá ið vit raka við tey meira
sjáldsomu sløgini, eg hugsi her serstakliga um heilamønu*
slagið. Eg haldi, at ov mikil dentur hevur verið lagdur á
eitlatrotan. Av tí at toxoplasmosis kann gera seg inn á
fleiri yrkisgøgn, koma ivaleyst ofta blandingar fyri, har
fleiri yrkisgøgn eru sjúklað, og har nú eitt, nú annað teirra
hevur yvirvánirnar. Hin fyrsti av sjúkratilburðum okkara