Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 101
5 tilburðir við toxoplasmosis í Føroyum
107
vísti seg at vera eyðkent lytnfonodøsur, men sjúkratilburðir
nummar 2, 3 og 4 eru blandingssløg við sjúkueyðkennum
bæði frá miðstøðunervalagnum og frá hjartanum. Eftir
royndum okkara, ið, satt er tað, eru fáar vil eg halda, at
hin serkenda sjúkumyndin sýnir fylgjandi sjúkueyðkenni:
Fyriboðandi skeið við møði og erkvisni (ofta hildið at
vera neurastenia), síðan høvuðverkur, ið tekur seg brádliga
upp, og sum hevur við sær vaml og spýggju og ofta
svíming, við sinadrátti ella uttan, og stundum eisini við
sjúkueyðkennum frá hjartanum, eitt nú møði fyri bringuni
og trongd við røring. Sjúklingarnar verða tí ofta Iagdir
inn til kanningar fyri hjartasjúku ella fyri líkfall, og ikki
fyrr enn eftir kanningum út í æsir verður eitlatroti funnin.
Børn, sum áður hava verið frísk, og sum at vísa seg uttan
atvold verða erkvisin og sýna løgnan atburð, kanska við
veikum sjúkueyðkennum frá summum yrkisgøgnum, eitt
nú høvuðverki, gremjingum um hjartað, svíming og krampa,
eiga ikki at verða óansað, men løgd inn til nærri kann*
ingar millum annað við toxoplasmosis í huga. Óivað er
sjúkan tíðari enn hon verður gjørd av, og tær mongu,
lat tað vera veiku, men tó positivu vísingarnar, vit hava
funnið hjá sjúklingum okkara, kundi bent á, at hon kemur
tíðum fyri, men óivað ofta ikki verður ávíst í Føroyum.
SUMMARY
A historical review of toxoplasmosis is given, from the discovery
of the parasite toxoplasma gondii in 1908 (Nicolle and Manceaux,
North Africa, and Splendore, Brazil). Nicolle and Manceaux detected
toxoplasma gondii among North African rodents, and Splendore found
them among Brazilian rabbits. Since then numerous publications have
been brought forward demonstrating toxoplasma gondii among hares,
rats, pigeons, dogs, rabbits, hens, pigs, cows, sheep, minks, and cats.
In 1937 the first case of congenital toxoplasmosis was published, and
in 1941 the first case of acquired toxoplasmosis described. Afterwards
numerous cased have been published. In 1953 R. K. Rasmussen M. D.