Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 104
Aftan á Svartadeyða var fiskaloysi. Tá funnu
Fáminingar Hákunarhav, ytsta havmið út
vestur úr Suðuroynni. Teir høvdu rikið í
tríggjar dagar. »Kastið niður«, segði Hákan
heiman Kirkju við bátsfelagar sínar, ið høvdu
lagt frá sær, »nú er matur undir«.
(Úr Fámjin.)
Fiskimarkið.
Eftir Dánjal Nolsøe.
12. mars í ár fáa1) Føroyar fiskimark uppá 12 sjómíl út
frá beinum grundlinjum. Upp undir ein tílíkan dag hóvar
tað seg at líta aftur um bak og, tað ið torførari er, at
meta um, hvat ið dagurin hevur í viðføri.
I. Søgan.
A. Fram til o. u. 1850.
1. »Mare clausum« og »mare liberum« eru tvey orð úr
teirri tíðini, tá ið latín var felags ritmál fyri vísindamenn.
Tey lýsa aðalgongdina í hinari europeisku sjómarkssøguni.
Beinleiðis týdd merkja tey »stongt hav« og »frælst hav«.
Frá miðøldini og upp til nýggjari tíð kannaðu tey skift=
andi stórveldini á sjónum, sum t. d. Venezia, Portugal,
Spania og Ongland, sær yvirvald yvir heilum høvum. Frá
okkara leiðum kann nevnast, at noregskongar og seinni
hinir dansksnorsku kongarnir ognaðu sær havið alt millum
Noregs og Grønlands. Hildið varð, at Grønland var land*
fast við Bjarmaland (Rusland) og Noreg; botnurin á hesari
•) Greinin er skrivað í februar 1964.