Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 105
Fiskimarkið
111
almiklu buktini var hin »Trøllabotnur«, ið tikin verður til
í kvæðunum.1) I 16. og 17. øld fór hugsjónin um »frælsi
á havinum« at taka seg upp, eina mest tí at tað nú var
stórveldunum meira at gagni at sigla óhappað til Ameriku
og onnur nýlendi handan hav enn at hava einarætt til
heimahøvini í Europu. Tað sipaði ikki saman at krevja
mare liberum úti hjá øðrum og mare clausum heima hjá
sær sjálvum. So líðandi minkaði hitt stongda heimahavið
inn til eitt mjærri belti fram við landi, ið fekk navnið
sjóterritorium.2)
2. Snúgva vit okkum til fiskirættindini í eldri tíð, dagar
eitt tvørdømi (paradoks) undan. Hesi rættindi fylgja ikki
leiðini frá mare clausum til mare liberum. í miðøldini og
langt upp í nýggjari tíð, við øðrum orðum í mare clausum
tíðini, var hin almenna reglan í Europu, at fiskiskapur heilt
inn í klettin var loyvdur einum og hvørjum, útlendingum
eins væl og innlendingum. Ikki fyrrenn í mare liberum
tíðini kom fiskiskapur innan mark at verða bannaður fyri
útlendingar. Tá ið felagsmarknaðarlondini í dag hava í
hyggju at taka øll fiskimørk av sínámillum3), hevur ein
tílík skipan so statt gamlan søguligan botn í Europu. Men
gloymast má ikki, at hin gamla europeiska reglan um
fiskifrælsi á havinum alla tíð hevði undantøk. Tey norðastu
londini í Atlantshavinum hava aldri játtað útlendingum
fiskifrælsi.4) Hesi undantøkslond eru Noreg og hini gomlu
norsku hjálondini í Atlantshavinum og Skotland og hinar
>) Ræstad s. 151.
2) Orðið »sjóterritorium« er í greinini føroyskað til »landhalgi« og
orðið »fiskiterritorium« til »fiskihalgi«.
3) Sjá grein 52 í sáttmála frá 25. mars 1957 millum Belgiu, Vesturs
týskalands, Fraklands, Italiu, Luxembourgs og Hálands um hin europe*
iska fíggjarliga felagsskapin (»Rom»sáttmálin«).
^) Gidel III s. 293-294.