Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 109
Fiskimarkið
115
skrænkninger i utlændingers fiskefrihet. Christian IV . . . har indset,
at det norske herredømme i Nordhavet i dette tilfælde bedst oprets
holdtes ved fastsættelse af en zone, hvori fiskeriet var forbeholdt unders
sátterne. Denne zone burde jo fastsættes pá samme máte for Færøerne
og Island. Men da var tomilsgrænsen for snæver. Skotterne hadde for
Færøernes vedkommende anerkjendt synsviddegrænsen, og firemils=
grænsen faldt pá det nærmeste sammen med synsvidden.«
Hetta 4 míla (16 fjórðinga) fiskimarkið uttan um Før*
oyar og Island kom sum meginregla at verða standandi
upp til miðjuna av fyrri øld. Tað varð nevnt í handils*
og hvalaveiðiloyvisbrøvum, galdandi annaðhvørt fyri Island
og Føroyar í felag ella bert fyri annað Jandið, og í fyri»
skipanum til donsk orlogsskip, ið send vórðu upp í Norður*
atlantshavið.1) Sum eitt dømi kann nevnast, at Friederich
von Gabel í 1698 sendi skipið »Justitia« til Føroya og
samstundis gav føroyinginum Niels Zachariassen Eide, ið
hann hevði gjørt til »strandvisitør«, fyriskipan um, at fiski*
markið var 4 danskar míl úti. At markið varð vart, sæst
av, at eitt hálendskt fiskiskip sama árið varð upptikið fyri
ólógligan fiskiskap undir Føroyum.2)
6. Um 1750 fóru Norðanlond at nýta eitt sjómark upp
á 1 míl (4 fjórðingar), fyrst bert sum friðarmark, men
so við og við sum alment sjómark.3) Nakað seinni varð
eitt sjómark upp á 3/4 míl (3 fjórðingar) tikið í nýtslu av
londum sum Stóra Bretlandi, U.S.A. og Fraklandi.4) Hetta
markið er grundað á hina sonevndu »goturskotslæruna«,
fólkarættarlæruna um, at sjómarkið eigur at liggja so langt
úti, sum goturstykki bera av landi.5) Hitt norðurlendska
1) Ibid. s. 335.
2) Fulton s. 529.
3) Ræstad s. 329.
*) Ibid. s. 307.
5) Upphavsmaðurtil hesa læru er hálendingurin Cornelius van Bynkerss
hoek i ritgerð sínari »De dominio maris« frá 1703. Smb. Ræstad s. 291.