Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 110
116
Fiskimarkið
4 fjórðinga markið hevur einki samband við hesa læruna
og tí heldur ikki við 3 fjórðinga markið.1)
Aftaná eitt rættarmál um eitt skip, ið varð upptikið
undir krígnum millum Danmarkar og Onglands fyrst í 19.
øld, gjørdi Fríðrikur VI hin 22. februar 1812 soljóðandi
boðskriv:
»Vi ville allernádigst have fastsat som regel i alle de tilfælde, hvor
spørgsmál er om bestemmelsen af Vor territoriabhøiheđs grændse ud i
søen, at denne skal regnes indtil den sædvanlige sømiils afstand fra den
yderste øe eller holm fra landet, som ikke overskylles af søen; hvorom
samtlige vedkommende ved rescript ville blive at instruere.«
Hetta boðskriv varð kunngjørt fyri viðkomandi rættum
og embætismonnum, men ikki prentað. Helst sipaði tað
bert til friðarmarkið, ikki til fiskimarkið.2) 1 míla (4 fjórð*
inga) markið gjørdist tó skjótt alment sjómark í Danmark
og Noregi, eisini fyri fiskiskap. í Noregi var hetta markið
vorðið alment um 1830.3) í hesum sambandi er tað for*
vitnisligt, at donsk orlogsskip, sum áður sagt, heilt upp
til 1850 árini fingu fyriskipan um, at fiskimarkið uttan um
tær donsku oyggjarnar í Norðuratlantshavinum var uppá
4 míl (16 fjórðingar).
B. O. u. 1850 - o. u. 1950.
1. Fyri rúmum 100 árum síðani tóku gomlu fiskirætt*
indini hjá teimum donsku atlantsoyggjunum at minka.
í 1859 kunngjørdi danska uttanríkisráðið fyri landsstjórn=
unum í Onglandi og Fraklandi, at 4 fjórðinga markið eftir
kgl. boðskrivi frá 1812 skuldi vera galdandi sum sjómark
við ísland.4) Hin 7. apríl 1865 skrivaði danska løgmála*
') Ræstad s. 340.
2) Ibid. s. 344.
3) Øksnevad s. 19.
4) Ræstad s. 335 og Fordarson s. 58.