Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 115
Fiskimarkið
121
út enn markið frá 1901. Grundreglan var tó framvegis
eitt 3 fjórðinga mark uttan grundlinjur.
4. Á aðalfundinum hjá S. T. í 1956 varð løgd fram ein
frágreiðing frá teirri føstu fólkarættarnevndini hjá S. T. við
uppskotum til rættarreglur havinum viðvíkjandi. Samtykt
varð at halda eina alheimsráðstevnu um rættarskipanina á
havinum. Hetta var so statt úrslitið av tiltakinum hjá ís*
landi á aðalfundinum í 1949. Ráðstevnan varð hildin í
Geneve um várið 1958. 4 sáttmálar vórðu samtyktir: Ein
um landhalgið og beltið uttanfyri, ein um hitt opna havið,
ein um fiskiskap og um friðing av teimum livandi rík*
dómskeldunum í havinum og ein um landgrunnin.') Eisini
vórðu nakrar samtyktir gjørdar, millum annað ein frá
26. apríl 1958, ið er prentað sum uppískoyti til greinina
av tí, at hon hevur reglusetandi týdning fyri Føroyar. Men
meginspurningurin um víddina av Iandhalginum og fiski*
halginum varð ikki loystur. Ráðstevnan endaði við einari
samtykt um at heita á aðalfundin hjá S.T. í 1958 at kalla
saman til eina nýggja ráðstevnu fyri at loysa henda spurn*
ing. Aðalfundurin fylgdi hesari áheitan.
5. Island vildi ikki bíða eftir teirri nýggju ráðstevnuni.
Longu 1. september 1958 varð eitt fiskimark uppá 12 fjórð*
ingar út frá beinum grundlinjum sett í gildi við ísland.* 2)
Hetta tiltakið íbirti hitt gitna toskakríggið millum Stóra
Bretlands og Islands.3)
6. Fyri Føroyar varð sáttmálaleiðin aftur roynd. Hin 27.
apríl 1959 varð sáttmáli gjørdur millum Stóra Bretlands og
Danmarkar um, at Føroyar skuldi hava eitt fiskimark uppá
6 fjórðingar yvir fyri bretum og 12 fjórðingar yvir fyri
*) United Nations Conference on the Law of the Sea, Official Re-
cords, vol. II s. 132—143.
2) The Icelandic Fischery Question s. 17—20.
3) British Aggression in Icelandic Waters s. 5—15.
9