Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 116
122
Fiskimarkið
øðrum útlendingum. Á trimum økjum millum 6 og 12
fjórðingar hava bretar tó bert loyvi at fiska eina avmark*
aða tíð av árinum. Markið verður ikki roknað út frá beinum
grundlinjum, men fer í ongum føri longur inn enn markið
frá 1955.
7. Næsta stigið kom várið 1960, tá ið hin nýggja ráð*
stevnan varð hildin í Geneve eftir innbjóðing frá S. T. í
henni luttóku 8S ríki.1) S.T. hevði givið ráðstevnuni ta
avmarkaðu uppgávu at viðgera spurningin um víddina av
landhalginum og um víddina av einum møguligum serligum
fiskihalgi. Við inngangin til stevnuna var støðan tann, at
21 lond søgdu seg hava eitt landhalgi upp á 3 sjómíl (fjórð*
ingar). Hesi vóru U.S.A., Stóra Bretland og tey flestu
londini í Commonwealth og í Vestureuropu, til dømis
Danmark. 3 lond, Noreg, Sviaríki og Finnland, høvdu 4
sjómíl. 10 lond høvdu 6 sjómíl. 13 lond høvdu 12 sjómíl.
Til henda bólkin hoyrdu Sovjetsamgongan — ið hevði havt
hetta markið í meira enn 50 ár — hini londini í Eystur*
europu og arabaríkini. Nøkur lond, mest í Suðurameriku
krevja meira. Chile, Costa Rica og E1 Salvador kanna sær
til dømis 200 sjómíl. Upp aftur onnur lond høvdu ikki
ásett víddina á landhalginum.2)
So ymisk sum sjómørkini vóru, var tað torført at finna
fram til eina reglu, sum londini kundu semjast um. Aftan
fyri tey ymisku sjómørkini liggja ymiskir áhugar. Megin*
áhugarnir eru hermálsligir og fíggjarligir. Ofta ganga áhug«
arnir hvør móti øðrum, ikki bert landanna millum, men
eisini innan fyri tey einstøku londini.
Arbeiðið á ráðstevnuni í 1960 fór fram í einari arbeiðs*
*) Second United Nations Conference on the Law of the Sea, Offi-
cial Records s. 175.
2) United Nations Document A/Conf. 19/4, Second Conference s.
158-163.