Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 117
Fiskimarkið
123
nevnd. Her vóru bert tvey uppskot samtykt.1) Annað var
eitt uppskot frá U.S.A. og Canada um eitt alment sjó*
mark uppá 6 sjómíl og eitt fiskimark uppá 12 sjómíl; eftir
uppskotinum skuldu fremmandir fiskimenn í 10 ár hava
rætt til at fiska millum 6 og 12 sjómíl, treytað av, at før
frá viðkomandi landi høvdu fiskað á hesum øki í 5 ár
undan 1958. Hitt uppskotið varð sett framm av íslandi
og hevur eisini áhuga fyri Føroyar og Grønland. í slíkum
føri, at eitt fólk í frammúrskarandi mát livur av heimafiskb
skapi sínum, og tað gerst neyðugt at seta mark fyri veiðb
nøgdina fyri at byrgja fyri, at ein fiskistovnur verður ov<
fiskaður, skal eftir uppskotinum strandríkið hava framíhjá*
rætt til veiðinøgdina í eitt sovorðið mát, sum neyðugt er
fyri tað. Stríð millum strandríkið og onnur ríki hesum
viðvíkjandi kann eftir uppskotinum skjótast inn fyri ein
millumtjóða gerðardómstól. Hetta íslendska uppskotið fekk
í arbeiðsnevndini 31 ja=atkvøður; 11 atkvøddu ímóti, og
64 atkvøddu ikki (»sótu hjá«). Av teimum skandinavisku
londunum atkvøddi Danmark fyri, Noreg ímóti, meðan
Sviaríki og Finnland »sótu hjá«.2)
Aðrenn atkvøðugreiðslan fór fram á fullskipaða fund«
inum (plenarfundinum),3) gjørdu hini stóru vestanlondini
og serliga U. S. A. eitt stórt arbeiði fyri at vissa amerikanskí
kanadiska uppskotinum tveggja triðinga meiriluta. Roynt
varð at gera »a package deal«. Fyri at fáa londini í Suður«
ameriku at taka við uppskotinum varð eitt eykauppskot fest
!) Til viðtøku av einum uppskoti í arbeiðsnevndini kravdist vanligur
atkvøðumeiriluti av teimum hjástøddu og atkvøðandi londunum, smb.
Rule of Procedure 49, A/Conf. 19/7, Second Conference, Official
Records s. XXXII.
2) Report of the Committee of the Whole, A/Conf. 19/L.4, Second
Conference, OfHcial Records s. 169—171.
3) Til viðtøku av einum uppskoti á fullskipaða fundinum kravdist
2/3 atkvøðumeiriluti av teimum hjástøddu og atkvøðandi londunum,
Rule of Procedure s. 35.