Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 118
124
Fiskimarkið
upp í tað, ið var ógviliga líkt hinum fyrrnevnda íslendska
uppskotinum, men gekk víðari.1) Hitt íslendska uppskotið
gagnaði bert fólkum, ið vóru »overwheImingIy dependent
upon their coastal fisheries«, meðan eykauppskotið gagnaði
øllum ríkjum, ið vóru »greatly dependent upon their coastal
fisheries«. Hetta uppskotið mátti ætlast at taka tær flestu
atkvøðurnar frá hinum íslendska uppskotinum, sum tí ikki
varð sett fram á fullskipaða fundinum. Hin vegin setti
ísland á fullskipaða fundinum fram eitt annað eykaupp*
skot til hitt amerikanskíkanadiska uppskotið. Eftir hesum
íslendska eykauppskoti skuldi rætturin fyri fremmandar
fiskimenn til í 10 ár at fiska millum 6 og 12 sjómíl ikki
vera galdandi í teimum førum, har eitt fólk í framúr*
skarandi mát livir av heimafiskiskapi sínum.2)
Hitt amerikansk*kanadiska uppskotið fall á fullskipaða
fundinum. Fyrst varð atkvøtt um hvønn serstakan lut
av uppskotinum. Hitt íslendska eykauppskotið kom fyrst
til atkvøðu og fekk bert nakrar fáar ja*atkvøður.3) Orsøkin
var, at Ongland og hini londini í Vestureuropu framman*
undan høvdu sagt, at tey vildu greiða atkvøðu móti sjálvum
meginuppskotinum, um hitt íslendska eykauppskotið varð
samtykt. Síðani varð atkvøtt um hitt fyrrnevnda eykaupp=
skotið um frammihjárættindi til heimafiskiskap fyri ríki, ið
eru »greatly dependent upon their coastal fisheries«. Hetta
uppskotið fekk stóran meiriluta, meira enn tríggjar fjórð>
ingar av atkvøðunum. Síðani kom hitt amerikanskíkanad*
iska meginuppskotið til atkvøðugreiðslu og fall. Tað
fekk 54 ja^atkvøður, 28 nebatkvøður, meðan 5 lond sótu
hjá.4) Uppskotið hevði verið samtykt, um bert eitt av
teimum londunum, ið søgdu nei, í staðin fyri hevði sitið
') A/Conf. 19/L.12, Second Conference, Official Records s. 173.
2) A/Conf. 19/L.13, ibid. s. 174.
3) Second Conference, Official Records s. 29.
*) Ibid. s. 30.