Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 120
126
Fiskimarkið
innbjóðing ein ráðstevna farin fram í London um ein
nýggjan sáttmála. Luttakarar vóru tey 6 felagsmarknaðar*
londini, tey 7 EFTA londini og Spania, Eire og ísland.
Høvuðsendamálið er at fáa vestureuropeiska semju um
víddina av landhalginum og fiskihalginum. Bretar hava skotið
upp, at landhalgið verður sett til 6 sjómíl og fiskihalgið
til 12 sjómíl, tó at lond, ið eru von at fiska undir øðrum
londum, framvegis skulu hava rætt til at fiska inn til 6
sjómíl. Hini londini uttan Noreg og ísland hava sagt seg
vera til reiðar at taka við hesum uppskoti. Danmark hevur
tó tikið fyrivarni fyri Føroyar og Grønland. Ráðstevnan
verður uppafturtikin seinast í februar 1964.')
D. ítriv.
1. Utróðurin í Føroyum er óivað eins gamal og búset*
ingin. Slóðin eftir hesum vinnuhátti eru miðanøvnini, tey
mongu staðanøvnini á havinum uttan um oyggjarnar. Tað
er ein elligamal hugsunarháttur hjá føroyingum, at miðini
hoyra landinum til.
2. Áður er greitt frá, at hini norðastu londini í Atlants*
havinum, so langt aftur vit vita, hava havt eina serstøðu
í fiskimarkssøguni í Europu. Undir ráðstevnunum í Geneve
kom í ljósmála, at nøkur av hesum londum á okkara
døgum hava eina serstøðu millum samfeløgini í heiminum.
Hesi lond eru Føroyar, ísland og Grønland, ið liva av
fiskiskapi í eitt mát, sum er ókent aðrastaðni.
A ráðstevnuni í 1958 varð løgd fram ein frágreiðing frá
F. A.O. (»The Food and Agriculture Organization of the
United Nations«) um »hin figgjarliga týdningin av hav=
*) 9. mars 1964 varð í London samtyktur sáttmáli, nevndur »Sátt-
málin um fiskiveiðu«, ið hevur reglur um fiskihalgi sum nevnt, men
onga reglu hevur um landhalgi. Danska Fólkatingið hevur 29. mei 1964
samtykt, at ríkisstjórnin tekur við sáttmálanum, ið ikki skal vera galds
andi fyri Føroyar og Grønland.