Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 123
Fiskimarkið
129
víddina av fiskimarkinum. Men samtyktin frá 1958 ber
kjarnan í sær til eitt annað úrslit í komandi tíð. Øktur
fremmandur fiskiskapur og verklig framstig, sum t. d. veiða
við ravmagnstólum, kunnu skjótt gera friðingartiltøk neyðug
og kanska varandi, ikki minst við lond sum Føroyar, har
øll fiskasløg eru støðuføst. I hesum sambandið er tað týdn*
ingarmikið, at sáttmálin frá 1958*ráðstevnuni um fiskiskap
og friðing sum meginregla heimilar strandríkinum rætt
til sjálvt (unilateralt) at gera friðingaitiltøk á havleiðum,
ið liggja upp at fiskihalginum. Sum uppískoyti til greinina
eru sett nøkur brot úr hesum sáttmála.
Flestøll lond í Atlantshavinum veiða sjálv bróðurlutin av
tí fiski, ið tikin verður við strendur teirra. Hetta má fáa
týdning undir einum komandi rættargangi fyri einum gerðar=
dómstóli um støddina av tí veiðiluti, sum í friðingar*
førum tilkemur teimum samfeløgum, ið eru »overwheImingly
dependent upon coastal fisheries for their livelihood or
economic development«.
4. Áður er nevnt, at felagsmarknaðarlondini kunnu hugs*
ast at gera eina skipan um óskert fiskifrælsi fyri limalondini
sambært grein 52 í sáttmálanum um felagsmarknaðin. Eitt
tílíkt fiskifrælsi undir til dømis Føroyum hevði strítt ímóti
meginregluni í samtyktini frá 1958. Tað ber ikki felags*
marknaðarlondunum til at treyta upptøku av Danmark ella
íslandi av fiskifrælsi fyri limalondini við tey lond, ið eru
»overwhelmingly dependent upon coastal fisheries for their
livelihood or economic development«. Tí felagsmarknaðarí
londini greiddu øll atkvøðu fyri samtyktini frá 1958.
Sáttmálin um felagsmarknaðin er frá 1957.
II. Markið aftaná 12. mars 1964.
Sjónarmiðið frammanfyri var, at fólkarætturin, sum hann
er í dag, ikki heimilar reinum fiskisamfeløgum sum t. d.
hinum føroyska at gera serskipanir um víddina av fiskií