Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 124
130
Fiskimarkið
markinum. Spurningurin verður tí, um fólkarætturin hevur
almennar reglur, ið forða fyri hinum nýggja føroyska fiski*
markinum. Málið fellur í tvíningar. Er tað móti fólkarætt*
inum at seta markið út til 12 sjómíl (a), og er tað móti
fólkarættinum at rokna markið frá beinum grundlinjum
uttan um oyggjabólkin (b).
(a) Stóra Bretland hevur til fyri stuttum havt ta støðu,
at eitt land ikki uttan serliga heimild kann hava størri
fiskihalgi enn landhalgi.1)
Tá ið ráðstevnan í 1960 endaði úrslitaleyst, var støðan
hjá U.S. A., Stóra Bretlandi og hinum 3 míla londunum,
at 3 míla reglan framvegis var hin alment galdandi reglan
í fólkarættinum um víddina av landhalginum.2)
Síðani er sum áður sagt hent tað, at Stóra Bretland
hevur sagt upp norðsjóvarfiskisáttmálan frá 1882 og saman
við meginbólkinum av londunum í Vestureuropu ætlar at
gera nýggjan sáttmála um eitt landhalgi upp á 6 sjómíl3) og
eitt fiskihalgi upp á 12 sjómíl. Skulu hesi mørk vera gald=>
andi móti Iondum, ið standa uttan fyri sáttmálan, t. d. Sovjet*
ruslandi og Póllandi, verður sáttmálin í mun til hesi lond
eitt unilateralt tiltak. Hetta vil bera í sær, at londini í
Vestureuropu og fremst av øllum Stóra Bretland ikki Iongur
halda 3 míla regluna vera bindandi í fólkarættinum. Men
1) 1 einari røðu í fyrstu arbeiðsnevnd hjá 1958 ráðstevnuni segði
leiðarin av hinari bretsku sendinevndini, Sir Reginald Manningham-
Buller: »It is a novel concept, for which their is no foundation in
international law, that a State should have exclusive rights outside its
territorial sea« U. N. Conference, Official Records vol. III s. 104,
smb. eisini Sir Gerald Fitzmaurice í »The International and Compars
ative Law Quarterly, vol. 8, s. 118—121.
2) Leiðarin av hinari amerikonsku sendinevndini, mr. Dean, á av-
mannaða fundinum á 1960 ráðstevnuni: »In my governments view their
is no obligation on the part of States adhering to the threesmile rule
to recognize claims of other states to a greater breadth«. Second Con*
ference, Official Records bls. 34.
3) Sáttmálin fekk onga reglu um landhalgi, sjá s. 126 notu *)•