Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 127
Fiskimarkið
133
Vandin fyri at broyta fyrrverandi opið hav til landhalgi
ella fiskihalgi er størri, jú spjaddari bólkurin er, ið grund*
linjur verða drignar uttanum.
Føroyar er ein av teimum tættu oyggjabólkunum. Um
fólkarætturin í nøkrum føri loyvir at draga grundlinjur
uttan um fríttliggjandi oyggjabólkar, munnu Føroyar upp«
fylla øll minstukrøv. Tað er eyðsæð, at oyggjarnar geograT
iskt eru ein samanhangandi heild. Tær ganga allar í ein
útnyrðing—landsynning og liggja so nær saman, at sjálvt
við einum 3 míla marki uttan um hvørja oyggj fyri seg,
verður markið ein felags linja, ið sneiðir seg uttan um
allan bólkin. 011 sund og allir firðir oyggjanna millum
hava støðu sum innari farvøtn1) ella í prinsippinum somu
støðu sum teir firðir, ið skera seg inn í tær einstøku
oyggjarnar.
Reglan í fyrrnevndu grein 4 um beinar grundlinjur fram
við strondum ásetur, at linjurnar ikki í nakað munandi
mát mugu víkja av frá heildarlinjuni á strondini, og at
sjógvurin innanfyri grundlinjurnar má vera nóg nær knýttur
til landið til at hava støðu sum innari farvatn. Henda reglan
hevur beinleiðis týdning fyri skergarðar sum t. d. hin norska.
Eftir einari samsvarsavleiðing man reglan heimila einari
skipan av beinum grundlinjum uttan um ein tættan, vág=
skornan oyggjabólk sum Føroyar við millumliggjandi innari
farvøtnum.2)
At enda verður spurningurin, um longdin av hinum før«
oysku grundlinjunum heldur yvir fyri fólkarættinum. Tað
liggur eisini her nær fyri at taka samsvarsavleiðingar frá
sáttmálaregluni um beinar grundlinjur fram við strondum.3)
Grundlinjurnar uttan um Føroyar víkja ikki í nakað
*) Fyrstu ferð nevnt í grein 3 í »Anordning nr. 4 af 21. februar
1927 om Bestemmelser for fremmede Krigsfartøjers Adgang til danske
Farvande og Havne under Fredsforhold«.
2) Max Sørensen ibid. s. 329.
3) Ibid. s. 330.