Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 128
134
Fiskimarkið
munandi mát av frá heildarumhvarvinum á oyggjabólk=
inum. Tær hava sama tríhyrningssnið og somu útnyrðings—
landsynningslegu sum bólkurin sjálvur. Hin longsta linjan,
ið gongur frá Bispinum suður á Flesjarnar, er um leið 60
sjómíl long. Til sammetingar kann nevnast, at hin íslendska
grundlinjan yvir um Faxaflógvan er 64 sjómíl long. Fleiri
av teimum íslendsku linjunum eru drignar millum sker úti
til havs. Við sáttmálanum frá 1961 hevur Stóra Bretland
góðtikið tær íslendsku grundlinjurnar.
Rættarstøðan hjá leiðunum innan fyri tær føroysku linj=
urnar verður ikki broytt á avgerandi hátt. Eftir einari sam*
svarsavleiðing frá grein 5 í fyrrnevnda sáttmála frá 1958
verður allur hesin sjógvur innari farvøtn. Men hetta var
sjógvurin oyggjanna millum frammanundan, eisini Skop*
unarfjørður og Suðuroyarfjørður. Og á tí sjógvi, sum
linjurnar gera til innari farvøtn, verður sami rættur sum
frammanundan til »óseka sigling« (innocent passage), sjá
grein 5, deild 2.
Ein meginstuðul fyri teirri longu linjuni er at finna í
grein 4, deild 4, í sáttmálanum frá 1958. Her sigist, at
har ið beinar linjur kunnu nýtast, kann fyri serstakar av
hesum linjum dentur verða lagdur á fíggjarligar áhugar,
ið eru eyðkendir fyri viðkomandi leið, tá ið styrkjan og
týdningurin av hesum áhugum klárliga eru prógvað
gjøgnum nýtslu í langa tíð. Føroyar lúka hesa treyt. Uttan
miðini, hjallin á sjónum, vóru tær neyvan bygdar.
Appendix I
Brot úr sáttmála frá 28. apríl 1958 um fiskiskap og friðing av teimum
livandi ríkdómskeldunum í hinum opna havinum.
Article 6
1. A coastal State has a special interest in the maintenance of the
productivity of the living resources in any area of the high seas ad*
jacent to its territorial sea . . . .