Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 8

Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 8
12 •HVØR SUM í MÍNIFÓTSPOR STÍGUR, LÆR IKKI ALLAN STUND! um, avgera hann og Hilda, at nú skulu tey gera av við risan og sleppa sær burtur. Hetta er ofta ein dramatiskur tilburður, har hetja og fíggindi berjast. I sunrmum vælkendum ævintýrum finnur hetjan eitt stórt og tungt svørð, ið hann ikki orkar at vika. Hann fær tá ein gandadrykk ella okkurt tílíkt, so at hann gerst førur fyri at høgga øll sjey ella níggju høvdini av trøllinum og soleiðis bjarga gentuni. Tað er tá ofta gentan, ið sum hjálpari vísir honum á henda drykk. Onk- untíð er fíggindin sjálvur hjálpari. Eitt nú í Risans klótu (Jakobsen s. 245), har risin biður høvuðspersónin (ein genta í tí ævin- týrinum) fáa sær eina salvu, ið á undurfull- an hátt grøðir eitt sár, hann hevur fingið. Henda sama salva vísir seg seinni av vera partur av bjargingini. I okkara kvæði verður eingin veruligur bardagi. I staðin lumpa systkini risan. Eftir umbøn frá Hildu tekur Rosmar Rólv á bak- ið og vaðar við honum aftur til fólk. Hetta er eitt frábrigdi av funktión nummar 16. Síðani, tá teir skiljast, og Rosmar skal heimaftur, lokkar Rólvur hann til at gera enda á sær sjálvum. I A-frábrigdinum við hesum ørindum: 89 Tá ið tú kemur mitt á leið, tú lít teg upp í eystur, har manst tú ta drotning síggja, hon gevur tær fullgott treyst. 90 Risin leit í sólarmagn, hann náddi ikki fram at ganga, stendur í miðjum Irlands havi, nrerkir stóran dranga. Hetta er funktión nummar 18 í frymlinum hjá Propp. Harav fylgir beinleiðis funktión nummar 19. Av tí at risin er umskaptur til stein, er Hilda nú bjargað úr hansara klóm, og upprunaligi skaðin bøttur. I frymlinum hjá Propp koma nú 13 funk- tiónir (nummar 17 og 20-31). Sum nevnt er frymilin hjá Propp almennur, t.e. at hann skal galda fyri søguslagið, ikki ta einstøku søguna. Ein fylgja er, sum longu nevnt, at ikki allar funktiónir eru við í hvørjari søgu. Har kunna vera nógvar (einki kent ævintýr hevur allar 31), men spurningurin er, hvussu fáar kunnu vera, og eru summar meira neyðugar enn aðrar, fyri at vit kunna tosa um ævintýr? Holbek viðger ástøðið hjá Propp og er atfinningarsamur viðvíkjandi sínámillum støðuni hjá teimum ymsu funk- tiónunum. Summar eru fast heftar saman í pør, aðrar standa einsamallar. Hetta hevur nógv at siga fyri spumingin omanfyri, hvussu fáar tær kunnu vera. Propp tykist sjálvur at halda, at tey, ið siga søgur, kunna rættiliga frítt velja, hvussu nógv tey gera burturúr. Til hetta sigur Holbek, at so frítt kunna tey ikki velja, av tí at funktiónarnar í ein ávísan mun eru bundnar saman. Og, sigur hann, tvær av funktiónunum noyðast altíð at vera við í einum ævintýri. Tær eru nummar 8, at skaðin verður framdur, og nummar 19, at hesin sami skaði verður bøttur aftur. Allar aðrar funktiónir kunna leggjast burturúr. Eg veit ikki heilt, hvussu bókstavrætt, vit eiga at skilja hetta. Taka vit tað, sum tað er sagt, eri eg ósamdur við Propp og Holbek. Her væntar okkurt annað ytri eyðkenni, ið ger, at ein søga er eitt ævintýr og ikki bara einhvør søga. Endin á søguni er av týdn-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.