Fróðskaparrit - 01.01.2001, Qupperneq 8
12
•HVØR SUM í MÍNIFÓTSPOR STÍGUR, LÆR IKKI ALLAN STUND!
um, avgera hann og Hilda, at nú skulu tey
gera av við risan og sleppa sær burtur. Hetta
er ofta ein dramatiskur tilburður, har hetja
og fíggindi berjast. I sunrmum vælkendum
ævintýrum finnur hetjan eitt stórt og tungt
svørð, ið hann ikki orkar at vika. Hann fær
tá ein gandadrykk ella okkurt tílíkt, so at
hann gerst førur fyri at høgga øll sjey ella
níggju høvdini av trøllinum og soleiðis
bjarga gentuni. Tað er tá ofta gentan, ið sum
hjálpari vísir honum á henda drykk. Onk-
untíð er fíggindin sjálvur hjálpari. Eitt nú í
Risans klótu (Jakobsen s. 245), har risin
biður høvuðspersónin (ein genta í tí ævin-
týrinum) fáa sær eina salvu, ið á undurfull-
an hátt grøðir eitt sár, hann hevur fingið.
Henda sama salva vísir seg seinni av vera
partur av bjargingini.
I okkara kvæði verður eingin veruligur
bardagi. I staðin lumpa systkini risan. Eftir
umbøn frá Hildu tekur Rosmar Rólv á bak-
ið og vaðar við honum aftur til fólk. Hetta
er eitt frábrigdi av funktión nummar 16.
Síðani, tá teir skiljast, og Rosmar skal
heimaftur, lokkar Rólvur hann til at gera
enda á sær sjálvum. I A-frábrigdinum við
hesum ørindum:
89 Tá ið tú kemur mitt á leið,
tú lít teg upp í eystur,
har manst tú ta drotning síggja,
hon gevur tær fullgott treyst.
90 Risin leit í sólarmagn,
hann náddi ikki fram at ganga,
stendur í miðjum Irlands havi,
nrerkir stóran dranga.
Hetta er funktión nummar 18 í frymlinum
hjá Propp. Harav fylgir beinleiðis funktión
nummar 19. Av tí at risin er umskaptur til
stein, er Hilda nú bjargað úr hansara klóm,
og upprunaligi skaðin bøttur.
I frymlinum hjá Propp koma nú 13 funk-
tiónir (nummar 17 og 20-31). Sum nevnt er
frymilin hjá Propp almennur, t.e. at hann
skal galda fyri søguslagið, ikki ta einstøku
søguna. Ein fylgja er, sum longu nevnt, at
ikki allar funktiónir eru við í hvørjari søgu.
Har kunna vera nógvar (einki kent ævintýr
hevur allar 31), men spurningurin er,
hvussu fáar kunnu vera, og eru summar
meira neyðugar enn aðrar, fyri at vit kunna
tosa um ævintýr? Holbek viðger ástøðið hjá
Propp og er atfinningarsamur viðvíkjandi
sínámillum støðuni hjá teimum ymsu funk-
tiónunum. Summar eru fast heftar saman í
pør, aðrar standa einsamallar. Hetta hevur
nógv at siga fyri spumingin omanfyri,
hvussu fáar tær kunnu vera. Propp tykist
sjálvur at halda, at tey, ið siga søgur, kunna
rættiliga frítt velja, hvussu nógv tey gera
burturúr. Til hetta sigur Holbek, at so frítt
kunna tey ikki velja, av tí at funktiónarnar í
ein ávísan mun eru bundnar saman. Og,
sigur hann, tvær av funktiónunum noyðast
altíð at vera við í einum ævintýri. Tær eru
nummar 8, at skaðin verður framdur, og
nummar 19, at hesin sami skaði verður
bøttur aftur. Allar aðrar funktiónir kunna
leggjast burturúr.
Eg veit ikki heilt, hvussu bókstavrætt, vit
eiga at skilja hetta. Taka vit tað, sum tað er
sagt, eri eg ósamdur við Propp og Holbek.
Her væntar okkurt annað ytri eyðkenni, ið
ger, at ein søga er eitt ævintýr og ikki bara
einhvør søga. Endin á søguni er av týdn-