Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 9

Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 9
HEROISM ANDINCEST IN THE BALLAD OF GONGU RÓLVUR 13 ingi, fyri at vit kunna eyðmerkja eina søgu sum ævintýr. Tað eru kanska ógvuliga fáar søgur, ið ikki hava hesar bæði motivini. Hin eyðkendi ævintýrastílurin eigur tí eisini at vera havdur í huga. Kanska er ósemjan ikki so stór, tá saman um kemur, heldur tað, at onkursvegna vantar ein neyv allýsing av, hvat eitt ævintýr er. 011 komast við eitt æv- intýr, tá tey hoyra - ella oftari nú í tíðini - lesa tað, men tað er trupult neyvt at allýsa, hví hetta er so. Var søgan um Gongu Rólv og Hildu eitt veruligt gandaævintýr, áttu vit at fingið onkra ábending um, at tað seinni gekst teimum væl. Henda ábending finst í øllum ævintýrum. Ikki altíð so útgreinað, sum at tey fáa eitt hálvt kongaríki, giftast og liva eydnurík alla sína tíð. Men vit fáa onga slíka ábending í okkara søgu. Hon hevur ein heilt annan og ólukkuligan enda. Tí skilst her søgan um Gongu Rólv við beinagrindina, sum Propp ger galdandi fyri gandaævintýrini. Og vit fara til næsta stig í greiningini. Tolkingin Høvdu tær konur og teir menn, ið søgdu frá søgum og kvóðu vísur og kvæði, eina djypri meining undir teimum beinleiðis hendingunum í kvæðum og søgum? Mítt svar er ja, men tað svarið reisir beinanvegin nýggjar spumingar, ið ikki eru so lættir at svara. Tað er eingin kunstur at finna upp á eina meining og halda uppá, at hon er røtt, t.e. at hon er tann sanna og innasta meiningin í einum ævintýri ella eini søgu. Tá vit siga, at ævintýr í veruleikanum er - vóru - søgur fyri vaksin, ella í minsta lagi eisini vóru ætlað vaksnum, má tann, ið ger eina tolk- ing, sannføra um, at hon skilst av teimum, ævintýrið var ætlað, meðan tað enn var liv- andi søgn. Tað vil siga í eini tíð og mentan- arligum umhvørvi, sum í vesturheiminum liggur fyri okkara, ið fyri tað mesta einans kennir ævintýr sum prentaðar søgur fyri bøm. Eingin er at spyrja, tí tað er langt síð- ani ævintýr vóru produktivur munnborin skaldskapur. Hesum trupulleika kann vinnast á, fyri ein part í hvussu er, við einum vísundalig- um háttalag (metodu), ið kann skapa eitt al- ment grundarlag fyri tolkingini. Tað merk- ir, at tolkingargrundarlagið skal kunna ger- ast galdandi fyri øll ævintýr. I minsta lagið fyri øll ævintýr í einum ávísum mentanar- ligum umhvørvi, ið hevur tað, vit kunna kalla, ein mentanarligan felagsskap. Føroy- ar eru eitt lítið land, har fólkið tosar sama mál, vinnugrundarlagið altíð hevur verið hitt sama hjá øllum, og regluligt samband hevur alla tíðir verið millum fólkið í land- inum. Tí kunna føroyingar sigast at hava ein mentanarligan felagsskap. I europeiskum vísindum er vaksin fram tey seinastu hálvtannað hundrað árini ein siðvenja at tolka ævintýr, ið heldur upp á at vera almenn, t.e. galdandi fyri fatan av øll- um ævintýrum. Tað ber til, tí at ævintýr eru sera lík, soleiðis sum vit kenna tey í dag úr uppskriftum, tær flestu gjørdar tey seinastu umleið 250 árini. Føroysk ævintýr víkja ikki frá í so máta, hóast ein ávísur stílur og frásøgudámur sæst við tillaging til um- hvørvið her á landi. Líkskapurin er so stór- ur, at vit kunna tosa um eina felags ævin- týratraditión, og harvið býðst eitt felags tolkingargrundarlag.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.