Fróðskaparrit - 01.01.2001, Síða 9
HEROISM ANDINCEST IN THE BALLAD OF GONGU RÓLVUR
13
ingi, fyri at vit kunna eyðmerkja eina søgu
sum ævintýr. Tað eru kanska ógvuliga fáar
søgur, ið ikki hava hesar bæði motivini. Hin
eyðkendi ævintýrastílurin eigur tí eisini at
vera havdur í huga. Kanska er ósemjan ikki
so stór, tá saman um kemur, heldur tað, at
onkursvegna vantar ein neyv allýsing av,
hvat eitt ævintýr er. 011 komast við eitt æv-
intýr, tá tey hoyra - ella oftari nú í tíðini -
lesa tað, men tað er trupult neyvt at allýsa,
hví hetta er so.
Var søgan um Gongu Rólv og Hildu eitt
veruligt gandaævintýr, áttu vit at fingið
onkra ábending um, at tað seinni gekst
teimum væl. Henda ábending finst í øllum
ævintýrum. Ikki altíð so útgreinað, sum at
tey fáa eitt hálvt kongaríki, giftast og liva
eydnurík alla sína tíð. Men vit fáa onga
slíka ábending í okkara søgu. Hon hevur
ein heilt annan og ólukkuligan enda.
Tí skilst her søgan um Gongu Rólv við
beinagrindina, sum Propp ger galdandi fyri
gandaævintýrini. Og vit fara til næsta stig í
greiningini.
Tolkingin
Høvdu tær konur og teir menn, ið søgdu frá
søgum og kvóðu vísur og kvæði, eina
djypri meining undir teimum beinleiðis
hendingunum í kvæðum og søgum? Mítt
svar er ja, men tað svarið reisir beinanvegin
nýggjar spumingar, ið ikki eru so lættir at
svara.
Tað er eingin kunstur at finna upp á eina
meining og halda uppá, at hon er røtt, t.e. at
hon er tann sanna og innasta meiningin í
einum ævintýri ella eini søgu. Tá vit siga, at
ævintýr í veruleikanum er - vóru - søgur
fyri vaksin, ella í minsta lagi eisini vóru
ætlað vaksnum, má tann, ið ger eina tolk-
ing, sannføra um, at hon skilst av teimum,
ævintýrið var ætlað, meðan tað enn var liv-
andi søgn. Tað vil siga í eini tíð og mentan-
arligum umhvørvi, sum í vesturheiminum
liggur fyri okkara, ið fyri tað mesta einans
kennir ævintýr sum prentaðar søgur fyri
bøm. Eingin er at spyrja, tí tað er langt síð-
ani ævintýr vóru produktivur munnborin
skaldskapur.
Hesum trupulleika kann vinnast á, fyri
ein part í hvussu er, við einum vísundalig-
um háttalag (metodu), ið kann skapa eitt al-
ment grundarlag fyri tolkingini. Tað merk-
ir, at tolkingargrundarlagið skal kunna ger-
ast galdandi fyri øll ævintýr. I minsta lagið
fyri øll ævintýr í einum ávísum mentanar-
ligum umhvørvi, ið hevur tað, vit kunna
kalla, ein mentanarligan felagsskap. Føroy-
ar eru eitt lítið land, har fólkið tosar sama
mál, vinnugrundarlagið altíð hevur verið
hitt sama hjá øllum, og regluligt samband
hevur alla tíðir verið millum fólkið í land-
inum. Tí kunna føroyingar sigast at hava
ein mentanarligan felagsskap.
I europeiskum vísindum er vaksin fram
tey seinastu hálvtannað hundrað árini ein
siðvenja at tolka ævintýr, ið heldur upp á at
vera almenn, t.e. galdandi fyri fatan av øll-
um ævintýrum. Tað ber til, tí at ævintýr eru
sera lík, soleiðis sum vit kenna tey í dag úr
uppskriftum, tær flestu gjørdar tey seinastu
umleið 250 árini. Føroysk ævintýr víkja
ikki frá í so máta, hóast ein ávísur stílur og
frásøgudámur sæst við tillaging til um-
hvørvið her á landi. Líkskapurin er so stór-
ur, at vit kunna tosa um eina felags ævin-
týratraditión, og harvið býðst eitt felags
tolkingargrundarlag.