Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 19

Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 19
HEROISM AND INCESTIN THE BALLAD OF GONGU RÓLVUR 23 og verður ótryggur, Tað vil yrkjarin fáa við í søgu síni og nýtir kenda ævintýramotivið til at greiða frá hesum. Rólvur er ikki long- ur smádrongur, men “kristin maður”. Skal faðirin halda fram sum higartil, krevst harðari framferð, sum Rólvur veksur til, men systirin gongur í forbøn fyri beiggjan og talar søtliga við risan/faðirin: B 59 Tekur hon hendur um risans háls, kallar hann søtan sín: “Hvussu mundi tær verið við, var her bróðir mín?” Niðurstøða Norski granskarin Knut Liestøl (1915) lýsir kvæði okkara soleiðis: ... ein merkar ein tilhug til á fabulera, til at dikta inn nytt tilfang, so det heila vert meir episoderikt og laust i kompositionen.« Júst hetta seinasta, at kvæðið tykist nak- að tilvildarligt í samansetingini leggja allir granskarar dent á, tí teir meta kvæðið ein- ans sum eitthvørt annað kappakvæði, men ávirkað av seinni innkomnum ævintýratil- fari. Nær hesi ævintýradrøg er komin uppí, eru teir ikki samdir. Liestøl heldur tey vera komin inn í kvæðið sjálvt við tíðini, har Mortan Nolsøe heldur tey hava verið upp- runalig í onkrari føroyskari keldu, kvæðið byggir á. Lat tað vera, hvat tað vil. Við at leggja fram hugsan mína um kvæðið sum eitt ævintýr, sagt eftir klassiskum ævintýra- frymli og tolkað eftir kendum háttalag, vil eg vísa, at kvæðið er ógvuliga væl saman- sett í eina harmoniska skaldskaparliga eind, har so at siga hvørt einasta drag og brigdi hevur sína logisku grundgeving í tí undir- søguni, sum eg meini finst í yrkingini. Tað vit vita um, hevur dansifólkið í Før- oyum uppfatað kvæðið sum eitt satt kappa- kvæði. Her eru vit við tann týðandi spurn- ingin um meiningina í munnligum skald- skapi. Mortan Nolsøe nærkast hesum spurningi í síni grein um kvæði okkara. Hann skrivar: »Sambandið millum kvæðaskaldskap og veruleika er annars eitt ógvuliga áhugavert evni, sum vit vita alt ov lítið um, sæð úr samtekstarsjónarmiði, og tað vil siga her upplýsingar um, hvussu brúkararnir av kvæðaskaldskapinum hava skilt innihaldið í kvæðunum, sum ikki altíð samsvarar við veruleikauppfatanina hjá okkum, sum granska kvæðini. Serliga forvitnisligt er tað her at kanna henda spurning í sambandi við kappakvæði okkara, sum fyri nútíðarmenn- iskjum flestum eru líka fjar frá veruleikan- um sum ævintýr okkara, sum eingin trýr uppá- uttan kanska smábørn. » (1989: 20). Við nøkrum dømum lýsir nú Mortan nakrar uppfatanir í samband við kappa- kvæði, ið sýna, hvussu livandi kvæðið hev- ur staðið í huganum á kvøðarum, og hvussu veruleikanært teir hava skilt kvæðini. Dømini snúgva seg um uppfatanina av tí ytru kappasøguni. Viðvíkjandi míni uppfatan av eini undir- søgu í kvæðnum noyðist eg at viðganga, at ongastaðni er nøkur heimild, ið ber á brá, at nakar kann hava havt eina uppfatan av hesi søgu. Tolkingin av undirsøguni verður helst til alla tíð standandi ósvaraður, og undir- søgan bert mín pástandur. Men í tveimum førum finni eg styrk fyri hetta uppáhald. I øðrum førinum er tað sjálvandi at vísa til, at
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.