Fróðskaparrit - 01.01.2001, Qupperneq 19
HEROISM AND INCESTIN THE BALLAD OF GONGU RÓLVUR
23
og verður ótryggur, Tað vil yrkjarin fáa við
í søgu síni og nýtir kenda ævintýramotivið
til at greiða frá hesum. Rólvur er ikki long-
ur smádrongur, men “kristin maður”. Skal
faðirin halda fram sum higartil, krevst
harðari framferð, sum Rólvur veksur til,
men systirin gongur í forbøn fyri beiggjan
og talar søtliga við risan/faðirin:
B 59 Tekur hon hendur um risans háls,
kallar hann søtan sín:
“Hvussu mundi tær verið við,
var her bróðir mín?”
Niðurstøða
Norski granskarin Knut Liestøl (1915) lýsir
kvæði okkara soleiðis: ... ein merkar ein
tilhug til á fabulera, til at dikta inn nytt
tilfang, so det heila vert meir episoderikt og
laust i kompositionen.«
Júst hetta seinasta, at kvæðið tykist nak-
að tilvildarligt í samansetingini leggja allir
granskarar dent á, tí teir meta kvæðið ein-
ans sum eitthvørt annað kappakvæði, men
ávirkað av seinni innkomnum ævintýratil-
fari. Nær hesi ævintýradrøg er komin uppí,
eru teir ikki samdir. Liestøl heldur tey vera
komin inn í kvæðið sjálvt við tíðini, har
Mortan Nolsøe heldur tey hava verið upp-
runalig í onkrari føroyskari keldu, kvæðið
byggir á.
Lat tað vera, hvat tað vil. Við at leggja
fram hugsan mína um kvæðið sum eitt
ævintýr, sagt eftir klassiskum ævintýra-
frymli og tolkað eftir kendum háttalag, vil
eg vísa, at kvæðið er ógvuliga væl saman-
sett í eina harmoniska skaldskaparliga eind,
har so at siga hvørt einasta drag og brigdi
hevur sína logisku grundgeving í tí undir-
søguni, sum eg meini finst í yrkingini.
Tað vit vita um, hevur dansifólkið í Før-
oyum uppfatað kvæðið sum eitt satt kappa-
kvæði. Her eru vit við tann týðandi spurn-
ingin um meiningina í munnligum skald-
skapi.
Mortan Nolsøe nærkast hesum spurningi
í síni grein um kvæði okkara. Hann skrivar:
»Sambandið millum kvæðaskaldskap og
veruleika er annars eitt ógvuliga áhugavert
evni, sum vit vita alt ov lítið um, sæð úr
samtekstarsjónarmiði, og tað vil siga her
upplýsingar um, hvussu brúkararnir av
kvæðaskaldskapinum hava skilt innihaldið
í kvæðunum, sum ikki altíð samsvarar við
veruleikauppfatanina hjá okkum, sum
granska kvæðini. Serliga forvitnisligt er tað
her at kanna henda spurning í sambandi við
kappakvæði okkara, sum fyri nútíðarmenn-
iskjum flestum eru líka fjar frá veruleikan-
um sum ævintýr okkara, sum eingin trýr
uppá- uttan kanska smábørn. » (1989: 20).
Við nøkrum dømum lýsir nú Mortan
nakrar uppfatanir í samband við kappa-
kvæði, ið sýna, hvussu livandi kvæðið hev-
ur staðið í huganum á kvøðarum, og hvussu
veruleikanært teir hava skilt kvæðini.
Dømini snúgva seg um uppfatanina av tí
ytru kappasøguni.
Viðvíkjandi míni uppfatan av eini undir-
søgu í kvæðnum noyðist eg at viðganga, at
ongastaðni er nøkur heimild, ið ber á brá, at
nakar kann hava havt eina uppfatan av hesi
søgu. Tolkingin av undirsøguni verður helst
til alla tíð standandi ósvaraður, og undir-
søgan bert mín pástandur. Men í tveimum
førum finni eg styrk fyri hetta uppáhald. I
øðrum førinum er tað sjálvandi at vísa til, at