Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 48

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 48
54 Heimrustir sørt er tað tó ikki. Best sæst hetta í Vágum. í Sandavági eru tveir býlingar: á Sondum og á Steig,62) og hesin seinri hevur havt heimrustir fyri seg.63) Miðvágur liggur eisini í býlingum,64) men her eru heimrustirnar býttar millum bygdatriðingarnar og ikki til býlingarnar.65) Umframt í Vágí um eru heimrustir til ein býling í Kollafirði,66) og soleiðis man eisini vera á Selatrað.67) Á Skála sær tað út, sum heim* rustirnar eru býttar til hagarnar.68) Av tí her er sagt um tær ymisku bygdirnar sunnanfjørðs sæst, at nøvnini á býlingunum og skattagrundunum líkjast ofta reiðiliga nógv, og má tí vera hildið fyri toluliga vist, at hvør býlingur hevur havt sínar skattagrundir einsæris. Soleiðis tykist tað at vera onkustaðni enn, t. d. heima á Sandi, og norðanfjørðs er ein bygd, har heimrustirnar eru lagdar í triðingar eins og bygdin sjálv, og er hetta helst eldri enn býlingsbýti í hesi bygd (Miðvági). Tað er annars tað sermerkta við hesum báðum bygdum, at býti av heim* rustum og bjørgum er eins. Eitt sindur sæst eisini til hetta í Sumba,69) men annars man býti av bjørgunum fleststaðni vera yngri enn býti av skattagrundunum.70) Hóast hesar, so sum frammanfyri er frágreitt, hava verið býttar millum býlingarnar, er tað nú nógvastaðni vorðið soleiðis, at sambandið millum býlingar og skattagrundir er loysnað meira og minni. Soleiðis er ikki bert norðan* fjørðs, har tann vanliga hugsanin er, at heimrustir hoyra til alt markatalið í bygdini,71) men henda áskoðan hevur eisini verið frammi undir fleiri innangarðsútskiftingum í Suðuroy.72) Tað eru eisini rithøvundar, sum hava verið av tí hugsan, at soleiðis var tað allastaðni í Føroyum.73) At so er ikki, er nortið við frammanfyri. Lunddahl74) sigur hetta beinleiðis, tí aftaná at hava skrivað, at »enhver Ejer og Bruger« eru »lodtagne« í heimrustum75) »efter sit Marketal af Bygdens Jorder,« heldur hann fram: »Nogle Bygder have deres Grunde samlede paa et Sted, andre have dem fordelte, nemlig hvor Byglinger ere.« Tað eru áður nevnd dømi, at heimrustir ikki eru í felag fyri alla bygdina.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.