Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 48
54
Heimrustir
sørt er tað tó ikki. Best sæst hetta í Vágum. í Sandavági
eru tveir býlingar: á Sondum og á Steig,62) og hesin seinri
hevur havt heimrustir fyri seg.63) Miðvágur liggur eisini
í býlingum,64) men her eru heimrustirnar býttar millum
bygdatriðingarnar og ikki til býlingarnar.65) Umframt í Vágí
um eru heimrustir til ein býling í Kollafirði,66) og soleiðis
man eisini vera á Selatrað.67) Á Skála sær tað út, sum heim*
rustirnar eru býttar til hagarnar.68)
Av tí her er sagt um tær ymisku bygdirnar sunnanfjørðs
sæst, at nøvnini á býlingunum og skattagrundunum líkjast
ofta reiðiliga nógv, og má tí vera hildið fyri toluliga vist,
at hvør býlingur hevur havt sínar skattagrundir einsæris.
Soleiðis tykist tað at vera onkustaðni enn, t. d. heima á
Sandi, og norðanfjørðs er ein bygd, har heimrustirnar eru
lagdar í triðingar eins og bygdin sjálv, og er hetta helst
eldri enn býlingsbýti í hesi bygd (Miðvági). Tað er annars
tað sermerkta við hesum báðum bygdum, at býti av heim*
rustum og bjørgum er eins. Eitt sindur sæst eisini til hetta
í Sumba,69) men annars man býti av bjørgunum fleststaðni
vera yngri enn býti av skattagrundunum.70)
Hóast hesar, so sum frammanfyri er frágreitt, hava verið
býttar millum býlingarnar, er tað nú nógvastaðni vorðið
soleiðis, at sambandið millum býlingar og skattagrundir
er loysnað meira og minni. Soleiðis er ikki bert norðan*
fjørðs, har tann vanliga hugsanin er, at heimrustir hoyra
til alt markatalið í bygdini,71) men henda áskoðan hevur
eisini verið frammi undir fleiri innangarðsútskiftingum í
Suðuroy.72) Tað eru eisini rithøvundar, sum hava verið av
tí hugsan, at soleiðis var tað allastaðni í Føroyum.73)
At so er ikki, er nortið við frammanfyri. Lunddahl74)
sigur hetta beinleiðis, tí aftaná at hava skrivað, at »enhver
Ejer og Bruger« eru »lodtagne« í heimrustum75) »efter sit
Marketal af Bygdens Jorder,« heldur hann fram: »Nogle
Bygder have deres Grunde samlede paa et Sted, andre have
dem fordelte, nemlig hvor Byglinger ere.« Tað eru áður
nevnd dømi, at heimrustir ikki eru í felag fyri alla bygdina.