Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 26
32
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
í Føroyum taldur. Tað vóru tá 45 pør, men í 1901
var talið ikki meira enn 38 pør1), og nú var lætt at fáa
samtykt eina 10 ára friðing, og varð tað gjørt við lóg nr.
35 frá 13. mars 1903, soleiðis at skúgvurin nú var friðaður
til 1. juni 1913. Lógin varð ikki endurnýggjað, tí roknað
hevði verið við, at uppskotið hjá tí stóru búnaðarnevndini
til nýggja veiðilóg, sum friðaði skúgvin alt árið2), longu
fór at vera samtykt. Men uppskotið varð saman við hinum
búnaðarlógunum lagt fyri tingið í fleiri ár, men fekk onga
verunliga viðgerð3), og varð ikki samtykt sum veiðilóg
fyrrenn 1928 sum lóg nr. 101 frá 4. apríl, og kom í gildi
1. juli s. á. Eftir § 18 í lógini varð skúgvurin friðaður,
men eingin friðing hevði verið frá 1. juni 1913 til 1. juli
1928. í hesum tíðarskeiði mundi kortini eingin hava ligið
eftir skúgvinum4).
Hvussu var og ikki, í 1930 áttu 71 pør5) — móti 38 í
1901 — og í 1938 var sumstaðni — serliga í Norðuroyum
— so nógvur skúgvur, at spurningurin at taka av friðingina
kom til tingið6). Málið varð sent jarðarráðnum til kann*
ingar, og tað sæst ikki at vera komið meira burtur úr tí.
Spurningurin um avtøku av friðingini varð aftur settur
fram í áðurnevnda skrivi 8. september 1950 frá Sverra
Paturssyni o. ø., har skotið varð upp, at friðingin skuldi
halda uppat, við tað at skúgvurin nú var nørdur so nógv, at
sumstaðni gramdu menn seg um skaðan hann gjørdi7). Somu
hugsan hevur Erik Petersen í bókini »Livet paa Fær«
0 Løgt. 1902 bls. 40.
2) L. B. K. I bls. 306, § 17.
3) Smbr. Løgt. 1911 bls. 231-36, 1912 bls. 81-84, 1913 bls. 54 v, f.
4) Smbr. føroyska landstingsmannin Oliver Effersøe í R T. L. 1927/28
teigi 956: »Men i de senere Aar siger man ganske bestemt, at den ikke
er blevet forfulgt, til Trods for, at den ikke har været fredet«.
5) Salomonsen 1. c.
6) Løgt. 1938 bls. 144.
7) Løgt. 1950 bls. 142. Sv. Patursson hevði frammanundan í bókini
»Fuglameingi er landsvirði« 1948 bls. 7 borið somu hugsan fram.