Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 26

Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 26
32 Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva í Føroyum taldur. Tað vóru tá 45 pør, men í 1901 var talið ikki meira enn 38 pør1), og nú var lætt at fáa samtykt eina 10 ára friðing, og varð tað gjørt við lóg nr. 35 frá 13. mars 1903, soleiðis at skúgvurin nú var friðaður til 1. juni 1913. Lógin varð ikki endurnýggjað, tí roknað hevði verið við, at uppskotið hjá tí stóru búnaðarnevndini til nýggja veiðilóg, sum friðaði skúgvin alt árið2), longu fór at vera samtykt. Men uppskotið varð saman við hinum búnaðarlógunum lagt fyri tingið í fleiri ár, men fekk onga verunliga viðgerð3), og varð ikki samtykt sum veiðilóg fyrrenn 1928 sum lóg nr. 101 frá 4. apríl, og kom í gildi 1. juli s. á. Eftir § 18 í lógini varð skúgvurin friðaður, men eingin friðing hevði verið frá 1. juni 1913 til 1. juli 1928. í hesum tíðarskeiði mundi kortini eingin hava ligið eftir skúgvinum4). Hvussu var og ikki, í 1930 áttu 71 pør5) — móti 38 í 1901 — og í 1938 var sumstaðni — serliga í Norðuroyum — so nógvur skúgvur, at spurningurin at taka av friðingina kom til tingið6). Málið varð sent jarðarráðnum til kann* ingar, og tað sæst ikki at vera komið meira burtur úr tí. Spurningurin um avtøku av friðingini varð aftur settur fram í áðurnevnda skrivi 8. september 1950 frá Sverra Paturssyni o. ø., har skotið varð upp, at friðingin skuldi halda uppat, við tað at skúgvurin nú var nørdur so nógv, at sumstaðni gramdu menn seg um skaðan hann gjørdi7). Somu hugsan hevur Erik Petersen í bókini »Livet paa Fær« 0 Løgt. 1902 bls. 40. 2) L. B. K. I bls. 306, § 17. 3) Smbr. Løgt. 1911 bls. 231-36, 1912 bls. 81-84, 1913 bls. 54 v, f. 4) Smbr. føroyska landstingsmannin Oliver Effersøe í R T. L. 1927/28 teigi 956: »Men i de senere Aar siger man ganske bestemt, at den ikke er blevet forfulgt, til Trods for, at den ikke har været fredet«. 5) Salomonsen 1. c. 6) Løgt. 1938 bls. 144. 7) Løgt. 1950 bls. 142. Sv. Patursson hevði frammanundan í bókini »Fuglameingi er landsvirði« 1948 bls. 7 borið somu hugsan fram.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.