Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 32

Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 32
38 Nevtollur og nýggjari foroysk lóggáva skrivi 8. september 1950 frá Sv. Paturssyni o. ø.1) stóð, at samsýning átti at verið latin fyri másanev. Hetta varð tó ikki samtykt, men másin kemur nú undir »øll másasløg« í løgtl. nr. 27 frá 9. september 1954 § 17, men hann hevur ongantíð verið friðaður, sum t. d. likkan hevur verið. Nú er greitt frá teimum ymisku fuglasløgunum, sum hava verið undir nevtollinum, ella sum skotið hevur verið upp at fáa undir hann, og skulu vit tí venda aftur til nevtollin og síggja, hvussu kom at verða við honum. Meðan Svabo var studentur í Keypmannahavn, kom hann við ymiskum uppskotum til bata fyri seyðabrúkið i Føroyum2). I einum uppskoti frá 9. juli 1776 til »en For* ordning angaaende de færøeske Skæferier« vildi hann hava nevtollin nógv harðari3): »Enhver, som haver opnaaet sit 12 Aar, skal være forbunden at les vere til Sysselmanden 2 Ravnenæb, eller 4 Kragenæb, eller og i det Sted betale 2 Skind c: 8 sk: som hiemfalde til Skæferiernes Beste /: eller udsettes som Premier til dem, som levere flere Næb end han er pligtig :/.« Sum her sæst, eru krøvini nógv harðari enn í fyriskipan* ini 1741: 1. skyldan at lata nevtoll áliggur fleiri, tí aldurin fer úr 15 árum niður í 12 ár, og einki aldursmark er uppeftir, og 2. talið á nevum, sum latast skulu, verður tvífaldað (og sektirnar eisini). í sínum »Indberetninger« frá føroya* ferðini 1781—82 skrivar hann aftur um broytingar í nev* tollinum. Hann tekur uppaftur uppskotið um at tvífalda sektirnar og nýta tær — um ikki alt fór til umsiting av løgtingshúsinum — til »Præmier for Rovfuglenes Øde« læggelse«. Aldurin á nevtollskyldugum skuldi hækkast til 60 ella 70 ár, og eisini vildi hann sum nevnt hava ymiskar aðrar fuglar undir nevtollin4), meðan hann í 1776 bert ‘) Løgt. 1950 bls. 142-43. 2) Reidar Djupedal í »Varðanum« XXXII bls. 74 vf. 3) L. c. s. 91 (§ 19). 3) Bls. 98-100.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.