Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 32
38
Nevtollur og nýggjari foroysk lóggáva
skrivi 8. september 1950 frá Sv. Paturssyni o. ø.1) stóð,
at samsýning átti at verið latin fyri másanev. Hetta varð
tó ikki samtykt, men másin kemur nú undir »øll másasløg«
í løgtl. nr. 27 frá 9. september 1954 § 17, men hann hevur
ongantíð verið friðaður, sum t. d. likkan hevur verið.
Nú er greitt frá teimum ymisku fuglasløgunum, sum
hava verið undir nevtollinum, ella sum skotið hevur verið
upp at fáa undir hann, og skulu vit tí venda aftur til
nevtollin og síggja, hvussu kom at verða við honum.
Meðan Svabo var studentur í Keypmannahavn, kom
hann við ymiskum uppskotum til bata fyri seyðabrúkið i
Føroyum2). I einum uppskoti frá 9. juli 1776 til »en For*
ordning angaaende de færøeske Skæferier« vildi hann hava
nevtollin nógv harðari3):
»Enhver, som haver opnaaet sit 12 Aar, skal være forbunden at les
vere til Sysselmanden 2 Ravnenæb, eller 4 Kragenæb, eller og i det
Sted betale 2 Skind c: 8 sk: som hiemfalde til Skæferiernes Beste
/: eller udsettes som Premier til dem, som levere flere Næb end han
er pligtig :/.«
Sum her sæst, eru krøvini nógv harðari enn í fyriskipan*
ini 1741: 1. skyldan at lata nevtoll áliggur fleiri, tí aldurin
fer úr 15 árum niður í 12 ár, og einki aldursmark er uppeftir,
og 2. talið á nevum, sum latast skulu, verður tvífaldað
(og sektirnar eisini). í sínum »Indberetninger« frá føroya*
ferðini 1781—82 skrivar hann aftur um broytingar í nev*
tollinum. Hann tekur uppaftur uppskotið um at tvífalda
sektirnar og nýta tær — um ikki alt fór til umsiting av
løgtingshúsinum — til »Præmier for Rovfuglenes Øde«
læggelse«. Aldurin á nevtollskyldugum skuldi hækkast til
60 ella 70 ár, og eisini vildi hann sum nevnt hava ymiskar
aðrar fuglar undir nevtollin4), meðan hann í 1776 bert
‘) Løgt. 1950 bls. 142-43.
2) Reidar Djupedal í »Varðanum« XXXII bls. 74 vf.
3) L. c. s. 91 (§ 19).
3) Bls. 98-100.