Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 38

Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 38
44 Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva sitaranum fyri skyldur, sum lógin ásetir, smbr. N. L. 3—21—2, men soleiðis er tað tó neyvan við almennari jørð, smbr. aðalregluna í jarðarlógini frá 24. mai 1937 § 28, stk. 1. Tann her nevnda skylda er at søkja ravnareiðrini og oyða ungarnar. í upprunaliga uppskotinum hjá løgtings« nevndini var skyldan bæði at oyða ungar og egg, men skyldan at ræna eggini fall burtur, við tað at tað er royndur lutur, at ravnurin verpur aftur, tá ið eggini verða rænd1). Skyldan er sett sum ein arbeiðsskylda, ið liggur á øllum »i Forhold til det Marketal han ejer eller bruger i Bygdens Hauger«, § 2, pkt. 3, smbr. § 29, stk. 2 í hagalógini. Tað eru røktingarmenninir, sum boða til arbeiðis — § 2, pkt. 1 og 2 — men tá ið allir hagarnir í bygdini hava hesa skyldu í felag, skal eftir § 1, pkt. 2 verða valdur ein eftir* litsmaður, og hann avgerð, hvussu nógvir mans skulu nýtast, og hvørjir, ið møta skulu í hvørjum einstøkum føri, og hevur hann soleiðis at ansa eftir, at arbeiðið verður býtt teirra millum eftir markatali, smbr. § 2, pkt. 2—3. Um hetta var sagt í uppskotinum hjá løgtinginum, at arbeiðið »skulde udføres som andet Arbejde Haugen ved< rørende efter Omgang blandt Ejerne og Brugerne«. í einum av broytingaruppskotunum, sum løgd vórðu fram á ting, stóð, at avgjørt skuldi verða á grannastevnu, hvussu arbeiðið skuldi verða gjørt, men tað var hildið vera betur at seta reglur um hetta í sjálva lógina, men harvið er tó ikki sagt, at ikki kunnu verða gjørdar reglur — innanfyri Iógarinnar mark — við grannastevnusamtykt um, hvussu arbeiðið skal verða gjørt. Standast serligar útreiðslur av at søkja ravnin, mega tær verða álíknaðar eftir markatali. Undir løgtingsviðgerðini var talað um, hvør skuldi fáa línur til vega at søkja ravnin við, men hildið var, at einki skuldi koma við í lógarupp< skotinum um hetta, tá hetta ongan týdning hevði í teimum bygdum, sum áttu fuglabjørg, tí har mundu vera línur 1) R. T. A. 1891/92 teigi 3065.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.