Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 38
44
Nevtollur og nýggjari føroysk lóggáva
sitaranum fyri skyldur, sum lógin ásetir, smbr. N. L.
3—21—2, men soleiðis er tað tó neyvan við almennari jørð,
smbr. aðalregluna í jarðarlógini frá 24. mai 1937 § 28, stk. 1.
Tann her nevnda skylda er at søkja ravnareiðrini og
oyða ungarnar. í upprunaliga uppskotinum hjá løgtings«
nevndini var skyldan bæði at oyða ungar og egg, men
skyldan at ræna eggini fall burtur, við tað at tað er royndur
lutur, at ravnurin verpur aftur, tá ið eggini verða rænd1).
Skyldan er sett sum ein arbeiðsskylda, ið liggur á øllum
»i Forhold til det Marketal han ejer eller bruger i Bygdens
Hauger«, § 2, pkt. 3, smbr. § 29, stk. 2 í hagalógini. Tað
eru røktingarmenninir, sum boða til arbeiðis — § 2, pkt.
1 og 2 — men tá ið allir hagarnir í bygdini hava hesa
skyldu í felag, skal eftir § 1, pkt. 2 verða valdur ein eftir*
litsmaður, og hann avgerð, hvussu nógvir mans skulu
nýtast, og hvørjir, ið møta skulu í hvørjum einstøkum føri,
og hevur hann soleiðis at ansa eftir, at arbeiðið verður
býtt teirra millum eftir markatali, smbr. § 2, pkt. 2—3.
Um hetta var sagt í uppskotinum hjá løgtinginum, at
arbeiðið »skulde udføres som andet Arbejde Haugen ved<
rørende efter Omgang blandt Ejerne og Brugerne«. í einum
av broytingaruppskotunum, sum løgd vórðu fram á ting,
stóð, at avgjørt skuldi verða á grannastevnu, hvussu
arbeiðið skuldi verða gjørt, men tað var hildið vera betur
at seta reglur um hetta í sjálva lógina, men harvið er tó
ikki sagt, at ikki kunnu verða gjørdar reglur — innanfyri
Iógarinnar mark — við grannastevnusamtykt um, hvussu
arbeiðið skal verða gjørt.
Standast serligar útreiðslur av at søkja ravnin, mega tær
verða álíknaðar eftir markatali. Undir løgtingsviðgerðini
var talað um, hvør skuldi fáa línur til vega at søkja ravnin
við, men hildið var, at einki skuldi koma við í lógarupp<
skotinum um hetta, tá hetta ongan týdning hevði í teimum
bygdum, sum áttu fuglabjørg, tí har mundu vera línur
1) R. T. A. 1891/92 teigi 3065.