Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 53

Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 53
Føroysk og japansk (uglastong 59 hevur stytri stangartræ og longri armar enn tann føroyska, at netið á tí japonsku er gjørt á stangararmarnar við ringum, meðan stangararmarnir á føroysku stongini eru stungnir ígjøgnum meskarnar á útjaðarinum á netinum; at stangar* armarnir á tí japonsku stongini ganga ígjøgnum ringar á tvørtrænum, har teir á tí føroysku ganga ígjøgnum ferhyrnt spor í horninum; at hornið á tí føroysku stongini er stytri, enn tvørtræið á hinari, og at kósarbandið á tí japonsku stongini er soleiðis gjørt, at tað losnar, tá ið fuglur kemur í netið, so at alt netið fer akandi fram móti nebbunum, meðan kósarbandið á føroysku stongini skal vera so sterkt, at tað skal halda; og tá ið fuglur er fleygaður, komin í netið, kastar føroyski fleygamaðurin oftast um arm, so at fuglurin verður læstur inni í netininum. Og hetta er enda- málið bæði við føroysku og japansku fuglastongini. Skyldskapurin ímillum føroysku og japonsku fuglastong* ina er nógv størri enn tað, sum brýtur av. Eftir mínum tykki er tað at undrast á, hvussu nær hesi amboð eru skyld — so fjart frá hvørjum øðrum á heimsknøttinum. Brøgger (1937) sigur, at fuglastongin er eitt serstakt føroyskt amboð, sum ikki í hesum sniði er at finna nakra aðrastaðni uttan í Vestmannaoyggjum, har hon eftir søgn kom til oyggjarnar í miðøld úr Føroyum. Jirlow (1931) ber upp á mál, at tá ið fuglastongin ikki kom á Suður^ landið í íslandi fyrr enn um leið 1880, er hon eldri í Før* oyum enn í Islandi, og Johnsen (1946) greiðir frá, at úr Føroyum kom fuglastongin til íslands í 1875, og var hesin veiðiháttur, at fleyga fugl, tikin upp eftir føroyingum. Svabo (1781 — 1782) skrivar, at í Hetlandi var fuglastongin ikki nýtt, og skilar hann til, at roynt hevði verið at fingið føroyskan fleygamann til at læra hetlendingar at fleyga; men hetta kom ikki í lag. Jakobsen (1957) sigur, at hetlendingar (u. 1. 1900) veiddu fugl eins og føroyingar. Maður lesti seg niður í fuglaberg, og í hondini hevði hann eina stong við neti á endanum. Men Jirlow (1931) sigur, at fuglastongin tykist at hava avmarkaða útbreiðslu, og í
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.